Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein skipan fyri fólkið - ikki fólkið at passa inn í skipanina

Sosialpolitikkur er ein íløga
Sosialpolitikkur verður ofta sæddur sum ein útreiðsla fyri samfelagið - hetta mugu vit burtur frá.

Sosialpolitikkur síggi eg nógv meira sum ein íløgu í vælferðarsamfelagið. Eg trúgvi, at øll menniskju er verd eins, og tí er tað alt stríðið vert at hjálpa øllum teimum, sum líða og tørva hjálp.

Seta inn við hjálp beinanvegin
Sosiala økið skal raðfestast nógv hægri. Vit hoyra mangan um fólk, sum bíða í vikur, mánaðir og ár, áðrenn tey fáa hjálp - hetta innan sjúkrahús, almannaverk, viðgerðarstovnar og annað.

Fólk við sjúkum bíða alt ov leingi, og tí síggi eg tað sum eina stóra, góða íløgu, at fólk ikki ganga óviðgjørd ov leingi. Óansæð hvør sjúkan er, so er lekingin nógv truplari um tíðarskeiðið verður longur enn neyðugt. Fyri summi er bíðitíðin orsøkin til, at tey fáa varandi mein, bæði kropsliga og sálarliga.

Smidligari skipan
Sum fyrrverandi aðalskrivari í Bláa Krossi, so kenni eg nógv til sosiala partin, sum krevur sosialt ískoyti. Eg kenni bæði ta umsitingarligu síðuna, og eisini, hvussu tað riggar í praksis á nærøkinum uttast á greinini.

Eg haldi, at vit skulu flyta okkum burtur frá toppstýrdari skipan, sum einki loyvir uttan endaleysar umsóknir. Í dag er okkara avbjóðing, at skipanirnar eru so stirvnar, at eingin hevur myndugleika til nakað, men verður bara førdur víðari á eitt nýtt skrivaraborð, har leitað verður eftir tí rætta stemplinum at vátta. Alt við góðum intentiónum, men alt oyðslað burtur til umsiting. Vit skulu heldur lata tær góðu intentiónirnar sleppa at folda seg út á  sosiala økinum, við góðum starvsfólki og góðari leiðslu við nógv fríari treytum.

Skipanin gongur útfrá, at fólk vilja gera sær dalt - ella í ringasta føri vilja snýta.

Sjálvandi skulu vit forða fólki í at snýta, men sum nú er, eru tað borgarar, sum ikki hava yvirskot til sín egna gerandisdag, sum fáa nakað, sum svarar til eitt hálvtíðarstarv, bara fyri at passa síni persónligu viðurskifti við eitt nú Almannaverkið.

Tá niðasta trinið á tørvspyramiduni ikki er intakt, so skal eitt menniskja ikki revsast við trongari korum. T.v.s., tá tey basalu tingini ikki eru nøktandi, er tað ópassandi at krevja, at fólk realisera seg sjálvi, tá tey ikki fáa svøvn, mat, klæðir ella onnur grundleggjandi lívskor nøktaði. Tað fer aldrin at loysa seg at píska fólk, ið stríðast við sálarliga sjúku, menningartarn, misbrúk og annars eru kropsliga sjúk, til at taka seg saman.

Tvær serligar orsøkir til skjóta hjálp
Tað eru alt ov ofta, at vit hoyra, at fólk hava gingið í alt ov langa tíð og bíðað, men eftir viðgerðina blivu tey lætt og skjótt frísk. So, hví skulu fólk bíða so leingi, tá viðgerðirnar eru, í mun til annað, lættar at gjøgnumføra.

Harafturat vísa kanningar greitt, hvussu stórum misbrúki fólk enda í, um tey ikki fáa tað neyðugu hjálpina. Tað er í nógvum førum, at kostnaðurin kundi verðið tíggju ferðir lægri, um tey fingu hjálp beinanvegin, bæði likamliga, sálarliga og pengaliga.

Sosialpolitikkur
Sosialpolitikkur er upp á nógvar mátar ein íløga í okkara vælferðarsamfelag, heldur enn ein útreiðsla.

Virðið á einum menniskja er høgt, og øll lív eru verd at hjálpa. Og so loysir tað seg eisini fíggjarliga fyri samfelagið at hava so mong fólk frísk sum gjørligt.

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin