Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein ørkymlandi fólkaatkvøða

Jógvan Arge

býráðslimur í Havn.

Landsstýrisfólk hava í seinastuni ferðast um landið at yvirtala fólk at siga ja á fólkaatkvøðuni um at leggja kommunur saman.

Landsstýrisfólkini tala fyri, at kommununarar verða fækkaðar úr 30 niður í sjey, men fólkaatkvøðan er vegleiðandi, og landsstýrið fer ikki at tvinga kommunur saman. Um kommunustýrini kunna ganga móti fólksins vilja er ógreitt.

Avgerðin um at hava fólkaatkvøðu og setningurin at leggja eldraøkið út til kommunurnar 1. januar 2014 og skúlan seinni er ein politisk neyðsemja. Miðleiðin bleiv bæði at hava fólkaatkvøða og leggja ætlanir um at leggja málsøkir út.

Útleggingin er ikki samtykt, har hon eigur at vera samtykt, nevniliga á løgtingi. Alt tað, sum verður borið fram um fíggjarligu viðurskiftini hjá kommununum eftir møguligar samanleggingar og útleggingar er, sum er, bara leyst tos.

Ongar bindandi samtyktir liggja aftanfyri nakað av hesum, og tí vita kommunurnar snøgt sagt ikki, hvørjum kørmum, tær koma at virka undir eftir møguligar samanleggingar.

Eldraøkið og skúlin

Eldraøkið verður lýst sum eitt problem. Tey eldru í landinum verða alt fleiri fyri hvønn arbeiðsføran, og tí eru hættislig útlit fyri landsins fíggjarlóg.

Hvat gera landspolitikararnir? Jú teir spæla trumfin, sum er at loysa hetta stóra fíggjarliga problem frá landskassanum og kroysta tað niður yvir høvdið á kommununum.

Teir siga, at pengar skula fylgja við. Vit vita ikki, hvørjar upphæddir, talan kann verða um. Ongin konkret samtykt er aftanfyri. Tað er tað minsta, tú eigur at vita, tá tú skalt taka støðu til, um tú vilt hetta.

Skúlin er eisini ein byrða fyri landskassan, letur til. Tí skal hann eisini loysast úr landskassanum og kroystast niður yvir kommunurnar. Sum er rindar landið læraralønirnar og kommunurnar bygningarnar.

Hvaðani koma pengarnir til læraralønirnar, tá landsstýrið hevur álagt kommununum at rinda tær? Teir láta at pengar fylgja við, men nú upp undir fólkaatkvøðuna um samanlegging er onki konkret á borðinum til kommunurnar at halda seg til.

So grundarlag er ikki fyri at tveita seg fram eftir rommum eftir boðunum úr Tinganesi.

Burðardyggar eindir

So eru tað sjálvar samanleggingarnar, sum landsstýrið ikki vil taka støðu til, men koyrir út til borgararnar á vegleiðandi fólkaatkvøða. Tað kann enda við so mongum.

Vit skula ikki taka støðu til, um kommunurnar um allar Føroyar eiga at verða lagdar saman. Fyri okkara viðkomandi í Tórshavnar kommunu er talan um at siga ja ella nei til at leggja saman við Vestmanna og Kvívík.

Havi sagt tað áður og vil fegin endurtaka, at hetta er skilaleyst í mun til ætlanirnar um, at tær sjey kommunalu eindirnar í Føroyum hvør sær skula verða so mikið burðardyggar, at tær kunna átaka sær umsiting av týðandi málsøkjum.

Tá ein kommuna, Tórshavnar kommuna, er millum triðing og helvt av øllum landinum í fólkatali, er greitt, at grundarlagið undir summum av hinum eindunum verður tunt.

Tann samlaða kommunala loysnin fær trupulleikar, um Tórshavnar kommuna skal vaksa upp aftur meir, og aðrar eindir í grannalagnum verða smærri og veikari enn gott er í mun til upprunauppskotið.

Heimaarbeiðið ikki gjørt

Tilstundandi fólkaatkvøðan um hugburðin til at leggja ávísar kommunur saman, sum er tvinnað saman við leysum ætlanum um at leggja málsøki út og óítøkiligum fíggingarmyndlum, leggur upp til so nógvar óvissur, at bestu ráðini eru at siga nei.

Hinvegin eiga vit at krevja, at landsstýri og løgting veruliga gera sítt heimaarbeiði, áðrenn samtyktar verða samanleggingar, ið óivað skula brúkast sum próvgrundir fyri at grýta stór og dýr málsøki í høvdið á kommununum.

Í roynd og veru hendir tá neyvan annað enn, at pengasorgirnar í landskassanum verða fluttar nærri borgarunum – í kommunukassarnar.