Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

(Mynd: Eirikur Meitilberg)

Ein øðrvísi barnaskúli við góðum úrslitum

Tíðindaskriv 8. januar 2012:

At Frískúlin við Hoyvíkstjørn, sum hevur meira enn 45 ár á baki, leggur stóran dent á fakliga støðið, sæst aftur í landsroyndunum. Her standa flokkarnir seg væl, tá hugt verður eftir miðalkarakterinum fyri føroyska fólkaskúlar

Fókaskúlatilboðini í høvuðsstaðnum og landinum annars eru nógv í tali, og hetta er at fegnast yvir. Frískúlin við Hoyvíkstjørn er tó eitt sera gott alternativ til hinar skúlarnar. Talan er um ein lítlan skúla, ið bæði leggur alstóran dent á fakliga innihaldið, eins væl og trivnaðin hjá næmingunum.

Av tí, at flokkarnir eru smáir, er sera gott pláss til tann einstaka næmingin. Hesin lítli og vælumtókti frískúli virkar eftir somu fakligu reglum, sum vanligir fólkaskúlar. Tór er tað soleiðis, at Frískúlin við Hoyvíkstjørn leggur størri dent á ávís virðir, sum skúlin heldur vera týdningarmikil at læra næmingarnar.

Stórur dentur verður lagdur á at hava gott samstarv millum skúla og heim og at skapa tryggar karmar fyri næmingarnar. Millum annað við at halda eitt árvakið eyga við og mótarbeiða happing. Somuleiðis leggur skúlin stóran dent á leik og spæl og at hava ein miðvísan kostpolitikk, har grønur og sunnur kostur er í miðdeplinum.

Av øðrum tiltøkum kunnu nevnast evnisvika, har hvør einstakur næmingur fær møguleikan at fara djúpri niður í ávíst evni. Tvær ferðir um árið skipar skúlin fyri framførslum. Eini várframførslu og eini jólaframførsla. Stuðlaðir av flokslærara sínum fáa næmingarnir her møguleika fyri at vísa seg frá síni kreativu síðu við sjónleiki, sangi og øðrum framførslum. Skúlin leggur stóran dent á sang og tónleik.

Miðvísa arbeiðið hjá Frískúlanum við Hoyvíkstjørn sæst aftur í landsroyndunum, tí her standa næmingarnir seg væl, tá hugt verður eftir miðalkarakterinum fyri føroyska fólkaskúlar.