Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein nýggjur limur í nevndini í Handilsvinnufelagnum

Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum: Týsdagin 30. apríl var aðalfundur í Handilsvinnufelagnum. Tað vóru Regin W. Dalsgaard og Petur Eirik Djurhuus, ið stóðu fyri vali. Regin W. Dalsgaard tók við afturvali, meðan Petur Eirik Djurhuus valdi at takka fyri seg og stillaði tí ikki uppaftur. Nýggjur í nevndini er Áki V. Poulsen. Sum tiltakslimir tóku Bergur Dam Jensen og Axel Mc Intosh við afturvali.
 
Í nevndini sita sostatt:
Eyðvør Berg frá Berglon
Regin W. Dalsgaard frá SMS
Gunnar Mohr frá Poul Michelsen
Sophus Dal Christiansen frá Føroya Bjór
Áki V. Poulsen frá Magn

 
Nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi.
 
Eftir formligu skránna var tilfarið til átakið hjá Handilsvinnufelagnum ’Vit sum handla’ lagt fram fyri limunum. ’Vit sum handla’ verður almannakunngjørt í dag, og Handilsvinnufelagið hevur í hesum sambandi sent hetta tíðindaskriv.
 
Vit sum handla – Handilsvinnan á radaran hjá teim ungu
 
Handilsvinnufelagið er farið undir eina tilgongd at branda handilsvinnuna, so hon gerst meira sjónlig í samfelagnum og kemur á radaran hjá teimum ungu, tá ið tey skulu velja yrkisleið
 
Arbeiðsloysið er lágt, og avbjóðingin at manna størv gerst alsamt størri. Handilsvinnan hevur tørv á, at fleiri velja eina yrkisleið í handilsvinnuni og arbeiðir tí við at vekja áhugan millum tey ungu at leita sær ikki bara eitt starv, men eisini eina yrkisleið innan handilsvinnu.
 
’Vit sum handla’ ger vart við, at tað eru aðrir møguleikar fyri tey ungu enn bókliga leiðin. Bókliga leiðin verður ofta lýst sum tað einasta rætta fyri tey, sum hava mál og ætlanir við lívinum. Tað eru tó ikki øll, sum trívast í tí umhvørvinum, og ’Vit sum handla’ vísir á, at ein yrkisleið í handilsvinnuni eins væl kann verða rætta leiðin til eina góða framtíð – serliga fyri tey, sum dáma væl at handla.
 
Handilsvinnan er ein av starvsfólkaríkastu vinnunum í Føroyum, og góðir møguleikar eru fyri at klára seg væl og fáa eitt spennandi og fjøltáttað arbeiðslív. Handilsvinnufelagið ynskir við hesi verkætlan at seta sjóneykuna á handilsvinnuna, soleiðis at hon gerst ein veruligur valmøguleiki hjá teim ungu, tá ið tey umhugsa, hvønn veg tey skulu fara.
 
Limirnir í Handilsvinnufelagnum eru allir partir av átakinum og fáa ein pakka við grafiskum tilfari, sum teir kunnu brúka, tá ið teir sóknast eftir fólki ella ynskja at kasta ljós á handilsvinnuna.
 
Handilsvinnufelagið fer at lýsa við átakinum fyrstu tíðina og vónar, at limirnir síðani taka átakið til sín og birta lív í tað, soleiðis at tað kann liva í longri tíð frameftir.
 
’Vit sum handla’ hevur heimasíðuna vitsumhandla.fo og er á Facebook og Instagram.