Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein nýggjársheilsan til vinir og kenningar, her á gáttini til 2018

”Hetjan” hjá Tobba,advokaturin,  Bjørn á Heygum, grætur um ”ólógligar” almennar lønarútgjaldingar, sum Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðharri ber ábyrgdina fyri... 

Dan Klein, greinari og journalistur:

Lat meg minna á, ta ferðina, hasin advokaturin stakk beinini á nakkan í sokallaðu ”Globalgøluni”, og lat undirritaða sita uttan verju, og dómarin Joen H. Andreassen, dømdi í móti ST-samtyktini um, at eingin má sita verjuleysur undir ákæru.

Hetta gav 30 dagar í geglinum, sum landsrætturin gjørdi treytaðan, 16. september 1987. 

Dagin fyri, 15. september 1987, varð rætturin settur, og mál nr. 956/1987 * mál nr. 957/1987 * og mál nr. 958/1987, var sett á skrá: Sakarkravi var, at tey saksøktu Globalumboðini, skuldu viðurkenna, at  lánið, dagfest 4. november 1981, uppá 3,3 milliónir DM, ikki var eitt lán, ið skuldi gjaldast aftur, men var ein skattskyldug veiting sambært grein 2 í skattalógini frá 1963.

Stevning varð longu innlatin til rættin 30. apríl 1987, men tey drógu málið langt út, so endalig avgerð í skattamálinum, kom ikki fyrr enn 29. oktober 1990, kl. 9:30. 

Her kunnu vit staðfesta, at tað var sami, sorenskrivarin,  Joen H. Andreassen,  sum var dómari í sokallaðu ”Globalgøluni”, og í sokallaða ”Skattagøluni” hjá Global-umboðunum, so hann visti eisini hvat hann gjørdi, tá hann stevndi undirritaða fyri úttalilsini hjá øðrum navngivnum persóni, tá ákæruvaldið legði hansara egna ”Global-dóm” og fleiri áðrar av hansara egnu dómum í móti undirritaða, undir revsisakina, fyri at tryggja, at undirritaði endaði í fongsli fyri úttalilsini hjá øðrum navngivnum persóni, som hann ikki sjálvur setti sær fyri at stevna.

Teir tríggir høvuðspersónarnir, sum bóru ábyrgdina fyri, at eginpeningurin var fiktivur, skuldu gjalda avikavist kr. 600.000,00 túsund, 1.095.000,00, og kr. 465.000,00.

Í roknskapinum ”Bericht” 31. dezember 1985, stóð at lesa um lánið, at tað skuldi betalast aftur við 1 (einum) DM. Meira greitt kundi  tað ikki sigast.  Og so kenna vit staðfestingina um, at lánið í veruleikanum var lagt omaná reella skipaprísin, og landskassin kundi  hereftir súgvast fyri stuðulsmilliónirnar í veðhaldi o.ø., sum hoyrdi ”grísafestini” til tá á døgum.

Men hvørjir vóru verjar hjá Globalumboðnum í skattamálinum? Jú, teir báðir Knold & Tot advokatarnir, Jógvan Páll Lassen og Bjørn á Heygum. 

Teir báðir dannaðu eisini parlag í øðrum málum.

Hetta og fleiri onnur mál verða avdúkaði í bók, sum kemur út í næstum.

Við ynski um eitt av Harranum signað nýggjar, og eitt gevandi og avdúkandi 2018, sum skal vera til gagn fyri alt samfelagið.

Dan Klein