Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein miðnámsskúli á Kambsdali

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur gjørt av, at útbúgvingarvirksemið í miðnámsskúlunum á Kambsdali verður skipað undir einari leiðslu frá komandi skúlaári. Mentamálaráðið fer í næstum at søkja eftir rektara til skúlan. Ætlanin er, at rektarin á samanlagda skúlanum byrjar 1. august 2015. 

Samanleggingin umfatar alt virksemið hjá Studentaskúlanum og HF-skeiðinum í Eysturoy og Handilsskúlanum á Kambsdali. HF-deildin í Klaksvík verður somuleiðis partur av ábyrgdarøkinum hjá rektaranum. Tað fara at verða umleið 630 næmingar og 95 starvsfólk í miðnámsskúlanum.

Miðnámsskúlin á Kambsdali verður í løtuni útbygdur. Útbyggingin umfatar uml. 1200 fermetrar, sum verða bygdir av nýggjum og uml. 500 fermetrar, ið verða umbygdir. Samlaða íløgan er 31 mió. kr. Fyri tað fær skúlin 8 nýggjar skúlastovur, hølir til lærarafyrireiking, bókasavn, bólkarúm, nýggj hølir til umsitingina o.a. 

Rektarin, ið verður settur, fær yvirskipaðu ábyrgdina av stovninum og kemur at skipa virksemi og bygnað. Starvsfólkini í verandi skúlum flyta við yvir í samanlagda miðnámsskúlan. 

Avvarðandi partar hava fingið hoyringarskriv um ætlanina, og freistin at svara er 15. juni. 

Bjørn Kalsø sigur, at samanleggingin verður framd fyri at menna virksemi í skúlanum og fyri, at Handilsskúlin á Kambsdali, sum hevur verið deild undir Føroya Handilsskúla í Tórshavn, bygnaðarliga gerst javnbjóðis partur av skúlaumhvørvinum á Kambsdali.