Ein mentanarligur miðdepil
Hesa vikuna hava Alzheimerfelagið og Sinnisbati aðalfundir og almenn tiltøk í Tórsgøtu. Her verður varpað ljós á demens og sálarligar sjúkur í Føroyum.
Síðani verður sjóneykan sett á, hvussu arbeitt verður beinleiðis við Heimsmálunum í ymiskum organisatiónum í Føroyum.
Vit enda vikuna fríggjakvøldið við væl umtókta tiltakinum Upp við Hornunum í Perluni, har Black Sabbath Tribute og Wingman fara á pall.