Ein kommuna – Føroyar!
Á vári 1964 var eg í tríggjar vikur skiftisnæmingur á universitetinum í Uppsala. Har var eg til ymsar fyrilestrar og framløgur. Ein dagin var eg til framløgu av einari ritgerð um broyting av kommunuviðurskiftum á Gotlandi, einari oyggj í Eystrasalti við 57.000 íbúgvum.
Har høvdu verið 50 kommunur, og tað hildu myndugleikarnir vera ov nógv. Teir høvdu sett niður eina nevnd at kanna hvat ið rættast var at gera, og nevndin ivaðist í, um talið av kommunum skuldi setast niður í sjey ella tríggjar. Tey, sum skrivað høvdu ritgerðina, høvdu fylgt nevndararbeiðinum, og teirra niðurstøða var, at rætt var at hava tríggjar kommunur á oynni.
Dagin fyri viðgerðina av hesi framløgu fall avgerðin. Myndugleikarnir søgdu, at oyggin skuldi gerast ein kommuna.
Orsøkin varð søgd at vera, at tað var ov dýrt at hava so nógvar smáar kommunur. Tann almenni geirin skal gjaldast av skattaborgarunum, og tí ræður um at vit fáa sum mest fyri hvørja skattakrónu. Kannast má tí støðugt hvussu mest fæst burturúr, og verður komið fram á okkurt, sum óneyðugt er úr einum heildarsjónarmiði, so má hetta takast av.
Kommunur vórðu upprunaliga settar á stovn fyri at gera samfelagsraksturin bíligari. Fólk í nærumhvørvinum skuldu loysa nøkur vandamál hjá tí almenna.
Eitt var at taka sær av teimum óhjálpnu. Fyrr var vanligt at reka tey til grannabygdirnar, men nú fingu kommunurnar til setning at halda lív í neyðaradýrunum og heimild til at krevja upp skattir av teimum á ovaru rókunum so tey rindaðu tað ið henda vælferðartænastan kostaði.
Hetta er mikið gott, men so hvørt miðfyrisitingin hevur fingið størri vald, er týdningurin av kommunum vorðin minni. Nú sleppa tær undan at taka sær av teimum, sum illa eru fyri, tí tað ger felagsstovnurin almannastovan.
Í tí orðaskifti, sum hevur verið um hesi viðurskifti, hevur ofta verið ført fram, at fleiri teir stovnar eru, sum krevja upp skatt, hægri verður skattatrýstið. Tað er so avbera lætt at siga, at onkur annar skal krevja upp skattir til ávís endamál.
Av hesum hava vit sæð nógv. Tá vit nú t.d. siga, at skúlin skal flytast út til kommunurnar, so ber tað við sær, at kommunurnar fáa ein hóp av nýggjum útreiðslum til skúlar, sum skulu fíggjast við nýggjum skattaáleggingum, sum landið harvið sleppur undan.
Nei, hetta er ikki nøkur góð leið at ganga. Tí er helst rætt at gera so sum teir gjørdu á Gotlandi 1964 og avtaka verandi kommunur og siga, at løgtingið kann vera okkara kommunuráð.
Hetta kemur ikki at broyta nógv í Føroyum. Í meir enn túsund ár hava vit búð í bygdum, har fólk hava havt ein livandi og virknan felagsskap. Hetta er tað vit eru von við og góð við, og sleppa vit frá at hava kommunur at stríðast við, fara vit í staðin at arbeiða dúgligari fyri at gera okkara heimbygdir liviligar. Vit kunnu elva okkara ungu til at fara undir at gera virki sum fáa lív og virksemi í bygdunum so at tær verða støð har vit fegnast um at vaksa upp og fegin koma aftur til, um lagnan hevur noytt okkum heimanifrá eitt tíðarskeið.
Zakarias Wang