Ein íverksetari av teimum stóru farin
Minningarorð um Jógvan S. Simonsen:
Tað var við stórari sorg, at vit frættu tíðindini um, at Jógvan S. Simonsen ikki var millum okkum longur.
Henda dagin kom tann stóra kvirran, tá tann virksama sálin fór yvir um fjallatromina og inn í ævinleikan.
Tað er ein stutt, ein stokkut løta,
so fara vit úr hesi verð;
í himmiríki aftur møta
vit teimum, sum vit mistu her.
Sum tú, algóði faðir mín,
í náði leiddi heim til tín.
Troytt og tigandi kom náttúran úr líkklæðum sínum, og í hesi fyrstu árstíðini gevur várið okkum vónina um eina bjarta tíð, sólin lívgar foldina, fuglurin kemur aftur, og framtíðarvónin birtist aftur í sál okkara. Hvussu skarst? Hvat náddu vit, og hvat lótu vit liggja?
Um hetta sama mundið legði Jógvan S. Simonsen, vanliga kallaður Egga, árarnar inn; tíð hansara var komin.
Konan hevur mist ein kæran mann, børnini syrgja ein góðan pápa, familja og vinir hava mist ein góðan vin.
Hóast nívandi sjúku, hevur skelkurin verið stórur og smeiturin dyggur. Tann stóri skarin av fólki, sum fylgdi honum á hansara seinastu ferð, er ein vitnisburður um sorgina, sum nívir okkum øll, og onkursvegna varða vit av, sum familja, vinir og ikki minst sum borgarar í hesum landi.
Tann stóri íverksetarin Jógvan S. Simonsen, er ikki ímillum okkara meira, men hann lat nógv eftir seg, bæði sum privatur vinnulívsmaður, og ikki minst sum almennur starvsmaður.
Hugskotini trutu ikki, og úrslitini frá hugskotum til veruleika vóru eyðsýnd.
Føroyska samfelagið hevur nógv at takka Jógvan S. Simonsen fyri. Hann vaðaði nógv. Byrjaði privata tyrluflúgving. Seinri var hann settur sum leigari fyri almennu tyrluflúgvingina, har hann framdi slóðbrótandi arbeiði viðvíkjandi yvirtøkuni og góðkenningini av operativu og teknisku umsitingini av Tyrlutænastuni. Um sama mundi fekk Tyrlutænastan eina tyrlu aftrat, sum broytti munandi uppá fortreytirnar bæði viðvíkjandi trygd og bjarging á sjónum.
Hansara gløgga vit og skil á flogøkinum steðgaði ikki her. Saman við Jóhan Restorf Jacobsen, stjóra á SL, vóru teir við til at fremja slóðbrótandi arbeiði fyri at fáa sett eitt føroyskt flogfelag á stovn. Jógvan S. Simonsen var sjálvskrivaður í fyrstu nevndina sum nevndarlimur í Atlantic Airways, saman við øðrum góðum fólkum. Føroyingar fingu sítt fyrsta fastveingja flogfar, British Aerospace BAe 146.
Um sama mundi var hangarurin liðugt bygdur, sum var ein fortreyt fyri flogferðsluni úr Føroyum, eins og farma- og frakt høll var bygd við flogvøllin. Verkætlanin um undirsjóðartunnilin um Vestmannasund, sum eisini var ein týðandi liður í flogferðsluni, var samtykt og arbeiði byrja.
Umstøðurnar og onkur vil verða við – tilvildin, førdi til slóðbrótandi úrslit á flogøkinum hesi árini, men uttan hugflog og miðvíst arbeiðssemi var als eingi úrslit.
Leikluturin hjá Jógvan S. Simonsen, sum íverksetari eigur ongantíð at verða gloymdur. Hann eigur at fáa rúmd og pláss tá flogsøga føroyinga verður skrivað.
Boðskapurin hjá presti var vakur og troystarríkur. Hin upprisni var ikki bara við Jógvan gjøgnum ungdóms- og manndómsár hansara, men eisini nú tað tók at kvølda, og lívsdagur hansara aftnaði.
Sorgin og saknurin er stórur hjá tær Fíu, børnunum, abbabørnunum, brøðrum, systrum og vinum.
Í takklæti lýsa vit frið yvir minnið um Jógvan S. Simonsen.
Hvíl í friði.
Lasse Klein