Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Krabbameinsfelagið skipar aftur í heyst fyri skeiði í listterapi. Hetta er eitt tilboð til tín, ið hevur ella hevur havt krabbamein. Royndirnar frá skeiðnum síðsta vetur vóru góðar og hava víst, at listterapi er ein góður háttur at stuðla fólki, ið eru ella hava verið rakt av álvarsligari sjúku.

Ein háttur at liva - spennandi skeið í listterapi

Tíðindaskriv frá Krabbameinsfelagnum:

Krabbameinsfelagið skipar aftur í heyst fyri skeiðií listterapi. Hetta er eitt tilboð til tín, ið hevur ella hevur havt krabbamein. Royndirnar frá skeiðnum síðsta vetur vóru góðar og hava víst, at listterapi er ein góður háttur at stuðla fólki, ið eru ella hava verið rakt av álvarsligari sjúku.

Í hugnaligum og viðurkennandi umhvørvi fært tú, saman við øðrum í somu støðu, møguleikan at verða hoyrdur og rúmaður við tí, tú hevur uppá hjarta. Tú kanst gloyma teg burtur eina løtu í kreativum uppgávum og arbeiða við tí, ið tyngir og tí, ið gevur meining. Tú kanst gerast meira tilvitað/-ur um teg sjálvan og egnan mátt og á henda hátt styrkjast á tíni leið víðari í lívinum.

Listterapi snýr seg ikki um at gera listarlig meistaraverk, men við t. d. máling, tekning, skriving ella modellering at arbeiða við tíni støðu - tankum og kenslum. Saman við terapeutinum verður tosað um tað, tú hevur tilevnað.

Tær nýtist ikki at hava royndir við listarligum arbeiði frammanundan. Verkini eru áhugaverd innihaldsliga, ikki í útsjónd.

Skeiðið verður í einum av hølunum hjá Østrøm við Skálatrøð, hjá Sp/f Rættará, og er ókeypis.

Ætlanin er at hittast einaferð um vikuna í tíggju vikur, fyrstu ferð 2. oktober frá kl. 13-16.30.

Skeiðleiðarar eru: Fía Lamhauge, life coach og listterapeutur og Jansy Gaardlykke, ráðgevi og dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum.

Áhugaði kunnu tekna seg ella fáa meira at vita við at ringja á telefon 317959, ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo

Stuðlað tiltakinum hava Sp/f Rættará og Tryggingarfelagið Lív.

Á myndini sæst Fía Lamhauge.