Fyrst í komandi ári fer Krabbameinsfelagið at skipa fyri einum nýggjum og øðrvísi skeiði, sum er listterapi. Hetta er eitt tilboð fyri fólk, ið hava ella hava havt krabbamein.
Ein háttur at liva - spennandi skeið í listterapi
Ein háttur at liva - spennandi skeið í listterapi.
Fyrst í komandi ári fer Krabbameinsfelagið at skipa fyri einum nýggjum og øðrvísi skeiði, sum er listterapi. Hetta er eitt tilboð fyri fólk, ið hava ella hava havt krabbamein.
Listterapi snýr seg ikki um at gera listarlig meistaraverk, men at brúka listarlig amboð sum terapi fyri at fáa fram innaru styrkir og yvirskot. Luttakararnir nýtast ikki at hava nakrar listarligar førleikar frammanundan.
Endamálið við skeiðinum er at nýta listalig amboð, sum at mála, tekna, skriva ella modellera, til at arbeiða við kenslum og tonkum. Saman við terapeuti verður tosað um tað, ein hevur tilevnað.
Eitt annað endamál er at hitta onnur í somu støðu og í felag finna fram tað yvirskot, sum tær kanska tørvar.
Í hugnaligum og viðurkennandi umstøðum fært tú, saman við øðrum í somu støðu, møguleikan at finna rúmd og verða hoyrd/-ur, og kanst bera fram tað, tú hevur uppá hjarta. Tú kanst gloyma teg burtur eina løtu í kreativum uppgávum, og við listini arbeiða við tí, ið tyngir og tí, ið gevur meining. Tú kanst gerast meira tilvitað/-ur um teg sjálvan og egnan mátt, og á henda hátt styrkjast á tíni leið víðari í lívinum.
Royndir hava víst, at listterapi er ein góður háttur at hjálpa fólki, ið eru illa fyri sálarliga, ella eru rakt av álvarsligari sjúku.
Skeiðið er fyri øll, ið hava ella hava havt krabbamein. Eingir førleikar krevjast fyri at luttaka, og er skeiðið er ókeypis.
Les meira um skeiðið á www.krabbamein.fo
Ætlanin er at hittast einaferð um vikuna í tíggju vikur, fyrstu ferð 17. januar frá kl. 13-16.
Skeiðleiðarar: Fía Lamhauge, life coach og stud. listterapeut og Jansy Gaardlykke, ráðgevi og dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum.
Áhugaði kunnu tekna seg, ella fáa meira at vita við at ringja á telefon 317959, ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo