Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein greiður rúsdrekka – og rúsevnapolitikkur skal orðast sum skjótast

Ein skjóttarbeiðandi tvørfakligur bólkur má setast at gera eitt uppskot til rúsevnapolitik í Føroyum. Um hvussu vit virka fyri einum styrktum eftirliti við innflutningi av rúsevnum, hvussu vit upplýsa og soleiðis fyribyrgja, at fólk taka hesi evni og hvørji viðgerðartilboð vit skulu hava, fyri at kunna taka hond um fólk og familjuna, sum eru rakt av misnýtslu.

Vit mangla ítøkilig tilboð til børn og ung og til kvinnur, sum eru í misnýtslu og tilboð til børn hjá misnýtarum.

Tølini tala fyri seg. Í 2009 vóru 236 fólk og í 2010 253 fólk skrásett at hava verið í viðgerð á Heilbrigdi og á Bláakrossi. Onnur tilboð eru eisini, og fleiri fólk fara av landinum at leita sær hjálp, so roknast kann við, at talið er nógv størri enn tey skrásettu.

Flest øll hava á ein ella annan hátt tilknýti til, ella hava kunnleika um og eru sostatt vitandi um, at tað eru stórir trupulleikar í fleiri heimum, har vaksin ella børn liva við misnýtslu. Rúsdrekkatrupulleikar hava altíð verið kendir, men rúsevnini, ið eru til taks í dag eru sterkari og vandamiklari. Misnýtarar gerast yngri og yngri, og lættari er at fáa fatur á rúsevnum. Tað er als ikki óvanligt, at teimum ungu stendur í boði at fáa bæði rúsdrekka, hasj, ecstacy og onnur rúsevni. Tað er ikki bara í Havn, at hetta er gerandiskostur, men í fleiri bygdum runt um landið alt økist trupulleikin alsamt. Í fleiri førum standa foreldur hjálparleys, tí tey vita ikki, hvussu tey skulu takla støðuna. Sum viðurskiftini eru í dag, verða børn og ung send av landinum til rúsevnaviðgerð, tí vit hava ongi tilboð, og hetta er ein vaksandi trupulleiki.

Eftir at misnýtari hevur verið í viðgerð byrjar ein nýggj “prosess” í familjuni, viðkomandi er viðgjørdur, men familjan er enn á sama støði og klárar ikki at “møta” viðkomandi, tí hond er ikki tikin um familjuna.

Eingin familjuráðgeving ella viðgerð er í Føroyum í dag. Vanliga verður sagt, at fyri hvønn misnýtara eru 5 fólk tætt knýtt til persónin, so tað er lætt at síggja og skilja, at nógvar familjur eru raktar, og børn vaksa upp í ótryggleika, tí familjan sum heild heldur seg burtur frá øðrum og liva í einsemi.

Rósa Samuelsen, tingkvinna Sambandsflokksins

------

Nú riggar at keypa blaðið á netinum

Í longri tíð hevur søluskipan okkara ikki riggað. Hetta hevur so ført til, at Knassar hevur arbeitt við at loyst trupulleikan. Nú hava viðskiftafólk endiliga roynt aftur, og siga frá, at skipanin nú riggar við VISA-kortinum. Sostatt ber til hjá øllum keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar.

Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html