
Ein greiður nýggjársboðskapur frá løgmanni
Løgmaður hevði í nýggjársrøðu síni fyri 2017 ein sterkan boðskap um týdningin av felagsskapinum, hesum kunnu vit bert taka undir við, tí hetta er ein av kjarnuuppgávunum hjá pedagoginum.
Løgmaður nevndi eisini týðandi arbeiðið hjá pedagogunum at vera um børnini. Nú er tað ikki lætt hjá løgmanni at minnast og nevna øll. Eg loyvi mær tí at minna á, at gott og væl 1/3 av limunum í Pedagogfelagnum, millum 600 og 700 limir, arbeiða innan Almannaverkið. Hesir pedagogar taka sær av at skapa karmar um sosiala luttøku hjá einstaka menniskjanum í viðurkennandi felagsskapum.
Hetta ljóðar kanska einfalt, men er í veruleikanum ein professionell uppgáva, ið krevur stóra menniskjaliga og fakliga kompetansu, tí talan er um viðurskifti millum professionel og menniskju, ið liva undir serstøkum samfelagskarmum.
Limir okkara eru til arbeiðis alt samdøgrið, allar dagar og fleiri eru til arbeiðis um høgtíðirnar, meðan onnur halda frí. Tey gera tað við góðum treysti, tí tey vita, at onnur menniskju hava tørv á teimum og hetta eru júst slíkar uppgávur, ið okkum tørvar, at politiska skipanin minnist.
Fíggjarlógin leggur upp til, at játtanin til Almannaverkið hækkar. Hesin stovnur skal, umframt mangt annað, syrgja fyri, at tey sum hava tørv á pedagogiskari vegleiðing og hjálp í samfelagnum, tey, sum ikki hava eina so sterka almenna rødd, eisini fáa rúm í samfelagnum.
Tó at tað er at fegnast um, at játtanin verður hækkað, so undrar tað okkum, at játtanin ikki veruliga verður dagførd. Talan er um eitt øki, ið hevur verið fyri sparingum í ártíggju. Fleiri bygningar eru í so mikið vánaligum standi og eru so illa egnaðir, at tað er undarligt, at tað yvirhøvur ber til at hava virksemi í teimum og at fólk skulu búgva í teimum.
Hyggja vit at tølunum fyri lønarútreiðsur til Trivnaðartænastuna, sum er skipað í 12 eindir (umframt nakrar sjálvsognarstovnar og felagsútreiðslur) so vórðu 236 milliónir játtaðar í 2016 til at reka hesar stovnar fyri. Í 2017 er ætlanin at hækka játtanina til 254 milliónir, ella við áleið 18 milliónum. Í fyrstu atløgu sær tað gott út, men um hædd verður tikin fyri vanligu lønarhækkingunum, í miðal 1,9% (22 mió) fyri 2017, so mangla brádliga 4 milliónir í til lønirnar. Tað vil siga, at tað verður torførari at fáa virksemið at hanga saman.
Hesin peningur skal brúkast til at manna stovnar og tænastur til 218 fastbúgvandi, 25 stovnspláss fyri børn og ung, 200 vaksin, ið hava brúk fyri stuðli, 90 børn, sum hava tørv á stuðli ella øðrum tilboði, 50 umlætingarpláss og 168 verkstaðarpláss. Hetta er ein lítil hækking í mun til 2016.
Tølini siga, at fulltíðarstørvini fara úr 606,5 í 2016 til 636,5 í 2017, men tað tykist ikki ganga upp við játtanina til Trivnaðartænastuna.
Sum støðan er í dag, hava vit varhugan av, at fleiri stovnar sum er, ikki kenna seg hava nokk av arbeiðsorku at skipa fyri einum innihaldsríkum degi, ið tekur hædd fyri tørvinum hjá borgaranum.
Skulu allir føroyingar eiga lut í felagsskapinum, má politiski viljin eisini vera, at játtanin til Trivnaðartænastuna er soleiðis háttað, at endamálið kann røkkast.
Eg vóni at Føroyar ynskja innihald og meira enn eina “goymslu” til tey veikastu.
Jógvan Philbrow,
formaður