Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein gomul kráka

Elsta ringmerkta kráka, ið vit higartil hava kent til, var í Sveis. Hon var ringmerkt, og ringurin avlisin 19 ár og 2 mánaðir, eftir at hann varð settur á hana.

Nú hava vit avlisið ringin á einari kráku í Føroyum, sum var settur á hana 19 ár og 11 mánaðir frammanundan.

Tann 2. juni 1992 gingu Jens-Kjeld Jensen og Erik Mortensen runt um Toftavatn. Teir funnu eitt krákureiður við fýra ungum. Tað løgna var, at reiðrið var mitt á vøllinum, ikki langt frá einum spógvareiðri. Teir ringmerktu hesar fýra krákuungarnar, og ein av teimum fekk ring nr. 4234602.

Síðst í apríl í ár bleiv henda sama kráka funnin deyð við Rituvík. Hetta eru einans 3 km frá staðnum, har hon bleiv merkt sum ungi fyri næstan 20 árum síðan, stendur m.a. í ársfrágreiðingini hjá Søvnum Landsins.