Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggja landsstýrið ætlar at samráðast við kommunurnar um møguliga at yvirtaka SEV.

Ein framtíðarloysn skal finnast fyri SEV

Stendur tað til landsstýrið, skal elfelagið SEV ikki halda fram sum interkommunalur felagsskapur, men leggjast undir landið.

Samstundis skulu el-framleiðslan og el-netið skiljast sundur.

Í stuttorðaða brotinum um orkupolitikk í samgonguskjalinum, sum varð almannakunngjørt fyrrapartin, verður staðfest, at "heildarætlanin fyri orku- og elveiting er grundarlagið undir framtíðarútbyggingum innan orkuøkið".

Sipað verður við hesum til "Heildarætlanina fyri el-økið", sum ein arbeiðsbólkur handaði Vinnumálaráðnum í august.

Fleiri aktørar og kapping

Yvirskipað leggur ætlanin upp til, at øll el-orkuframleiðslan á landi skal fara frá fossilum brennievnum, sum t.d. olju, og yvir til varandi orkukeldur.

Somuleiðis verður staðfest, at el-veitingin er somikið avgerandi fyri samfelagið, at landsstýrið eigur at yvirtaka elfelagið SEV og hava yvirskipaðu stýringina av el-økinum í landinum.

Samstundis verður mælt til, at el-framleiðslan og el-netið, sum í dag eru savnað í sama felag, verða skild sundur.

Fleiri aktørar skulu fáa møguleika at gerast framleiðarar til føroyska el-netið, so kapping kann fara fram.

Elframleiðslan skipast av nýggjum

Tá Johan Dahl, ið ætlandi heldur fram sum landsstýrismaður í vinnumálum, fekk heildarætlanina handaða í august, segði hann m.a., at skulu Føroyar hava nógmikið av el-orku til taks komandi árini - og samstundis leggja um til varandi orku - má føroysk el-orkuframleiðsla hugsast heilt øðrvísi og skipast av nýggjum.

Allar framtíðar orkuútbyggingar skulu miða eftir, at størsti parturin av el-framleiðsluni skal koma frá vindorku og seinni eisini sjóvarfalsorku.

Vatngoymslur í sambandi við Pumped Storage-skipanir skulu javna og goyma vind- og sjóvarfalsorku, og olju- og møguliga gassrikin orkuverk skulu vera til at taka.

Samráðingar við kommunurnar um SEV

SEV er sum er ein interkommunalur felagsskapur.

Men sambært nýggja samgonguskjalinum ætlar landsstýrið at taka upp samráðingar við kommunurnar, "har miðað verður eftir at finna eina framtíðarloysn viðvíkjandi SEV", sum tikið verður til.