Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

- Ein frammaná av samtíðarlist

FRONTAL Summarframsýningin í Steinprenti: 

Summarframsýningin hevur fingið heiti eftir eini grafiskari røð, sum Rannvá Kunoy gjørdi á verkstaðnum í 2009. Rannvá Kunoy hevur havt fleiri altjóða framsýningar og hennara verk eru nú partur av savninum hjá kenda bretska listasavnaranum, Charles Saatchi. Umframt verk hjá Rannvá Kunoy eru trý av okkara sterkastu listafólkum umboðað: 

Hansina Iversen, Rannvá Kunoy, Hanni Bjartalíð og Tóroddur Poulsen, sum eisini hava altjóða format, og framsýna uttanlands. Kurator er Kinna Poulsen. Framsýningin er sera litrík og fjølbroytt við grafikki, træstandmyndum, vatnlitamyndum og málningum.

Myndirnar hjá Rannvá Kunoy eru abstraktar við ríkum assosiatiónsmøguleikum. Tann eina myndin á framsýningini kundi verið ein bringumynd av onkrum slag, men tað er torført at halda myndevninum føstum, tað flytir seg undan fatanini. Sum heild er tað ringt at siga nágreiniliga hvat er hvat í hesum myndunum, ið eru bygdar upp av fleiri gjøgnumskygdum litløgum og í summum førum eisini orðum, sum leggja eitt eyka lag av týdningi niður yvir myndina. 

Somuleiðis er okkurt óítøkiligt yvir myndunum, tað er næstan sum um myndevnið er gandað niður á litografiska steinin uttan nakra beinleiðis kontakt millum listakvinnuna og hennara verk. Kontaktin millum pensil og lørift ella millum pensil og stein hevur hinvegin avgerandi týdning fyri listina hjá Hansinu Iversen, sum av somu orsøk tykist sansalig við dynamiskum strokum. Í hennara myndum síggjast støðugt meira kompleksar samansetingar av rundleittum skapum í alskyns litum. 

Í nýggjastu prentunum tykist myndarúmið stúvstappað av formatiónum, sum hótta við at spreingja seg út úr myndini, men sum allíkavæl javnviga og prógva hvussu framúrskarandi koloristur, Hansina Iversen er. Vit hava áður bólkað føroyska list sum antin figurativa, hálvabstrakta ella nonfigurativa list, sum í rættiliga stóran mun tykist miðsavnað um tað sublima í stórslignum, náttúrufagnandi og sansaligum myndum. Tað er sum skíggjar Tóroddur Poulsen tílíkar kategoriir. Hansara lýsingar av flúgvandi súkklum og sveimandi víngløsum eru fyrst og fremst hugskotsgrundaðar, umframt at tær eru poetiskt surrealistiskar.

Umframt trý grafisk høvuðsverk hevur Tóroddur Poulsen eisini 18 vatnlitamyndir við á framsýningini, sum eru dømi um tann einastandandi meldurin av hugskotum, sum hesin listamaðurin hevur, næstan óansæð hvørja listagrein talan er um. Í einari lítlari A4 tekning opinberar seg eitt heilt ríkidømi av hugskotum, sum var talan um eina stóra skaldsøgu, og hetta sama er galdandi fyri hinar akvarellurnar, ið eisini eru um at bresta av hugmyndum og hugsanum. 

Myndirnar hjá Hanna Bjartalíð hava okkurt spontant yvir sær, tó at málingarnir t.d. ofta eru bygdir upp spakuliga og yvir drúgva tíð. Hann byggir løriftini upp av nógvum løgum av máling, so at tey verða mettað og fáa ein serstakan relieffkendan struktur.

Av tí, at myndamálið tykist barnsligt, verða myndirnar ofta hildnar at vera elskuligar og naivar - tað eru tær ikki. Sjálvt um listin hjá Hanna Bjartalíð er tysjandi og spontan, er hon eisini djúptøk. Hansara listarligi framferðarháttur er spælandi og sansaligur, stýrdur av intuitión og eini støðugari tilfarsgransking við denti á sjálva ta listarligu prosessina í so mikið stóran mun, at tað minnir um eitt slag av dekonstruktión. Summarframsýningin FRONTAL letur upp í Steinprenti fríggjadagin 17.juli klokkan 16.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

STEINPRENT