Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein føroysk KT-skipan er besta loysnin

Tað altavgerandi fyri eina og hvørja KT-skipan er, at hon virkar væl, er brúkaravinarlig, uppfyllir øll trygdarkrøv og verjir brúkaran v.m. Tí er mín spurningur, um vit við NemID KT-skipanini fáa tað bestu skipanina fyri føroyska samfelagið ella um vit draga ein ”trojanskan hest” inn í okkara teldukervið.

Nú um dagarnar eru bankarnir sera aggressivir fyri at innføra NemID í Føroyum, og teir næstan ”tvinga” føroyingar til at brúka hesa skipanina, tí sagt verður, at hon er fortreytin fyri, at vit yvirhøvur kunnu brúka netbankan.

Og í samband við, at samgongan er farin undir arbeiðið at talgilda almennu Føroyar, hava bankarnir longu bjóða landsstýrinum at koma uppí hesa útlendsku NemID-skipan, men samgongan hevur takka nei. Hesum eri eg samdur í, tí tað er altavgerðandi, at vit kenna og hava ávirkan á innihaldið í teirri skipan, sum vald verður. 

KT-skipanin skal vera eina góð og trygg skipan, ið er grundað á og tillagað føroysk viðurskifti. Tað merkir, at vit tosa um eina føroyska loysn, har allir upplýsingar verða viðgjørdir, umsitnir og goymdir í Føroyum á tryggasta hátt, og eg eri vísur í, at okkara dugnaligu KT-fólk kunnu veita bæði peningastovnum og landinum hesar tænastur, til kappingarførar prísir.

NemID og bankarnir
NemID er ein KT-skipan, sum verður brúkt í Danmark, men har er undirtøkan fyri skipanini minkandi og fleiri seta spurnartekin við skipanina.

Og um so er, at danir vraka NemID skipanina, (tá skipanin verður boðin út í 2018), hvørja ávirkan kemur hetta so at fáa fyri teir føroysku bankarnar, og hvussu nógv dýrari verður tá henda KT-tænasta fyri bankarnar?

Trojanski hesturin
Vit kenna øll søguna um trojanska hestin, sum grekar høvdu gjørt og sett fram, og sum sá so imponerandi út, at trojanarnir sjálvir tóku hann til sín uttan at kenna ”innihaldið” í hestinum, og hetta bleiv teimum til skaða og undirgang.

Sjálvur eri eg ímóti, at vit taka eina KT-skipan, t.d. NemID til okkara, hvørs veruliga ”innihald” vit ikki kenna og næstan onga ávirkan hava á, og sum fær minkandi undirtøku av verandi brúkarum, av skipanini.

Eisini tí, at hetta vil hava við sær, at vit missa vitanartung arbeiðspláss í Føroyum, í staðin fyri at vit eiga at økja um arbeiðsplássini og menna okkara KT-vinnu, umframt at vit eiga at seta trygdina í hásæti við at goyma og verja persónsupplýsingar hjá øllum Føroyingum á tryggasta hátt, og tað er bæði best og tryggast gjørt her heima í Føroyum.

Okkara skipanir
Vit hava skipanir sum t.d. ”MínBoks”, og ”MínLykil” sum longu eru í brúk av privatpersónum, virkjum og stovnum v.m. og hesar hava víst sítt virði, bæði í góðsku, nýtslu, trygd, menning v.m., og sum eisini eru vælegnaðar til at kunna umfata bæði almenna talgilding og digitala undirskrift, umframt at tær kunnu tryggja, at trygdin av øllum upplýsingum er á hægsta støði.

At KT-skipanirnar eru gjørdar og upplýsningarnir verða goymdir í Føroyum, er í samsvar við viljan hjá Løgtinginum.

Sjálvur eri eg fyri, at tað eru føroyingar, ið menna okkara KT-skipanir, sum eru neyðugar fyri okkara arbeiðið at talgilda almenna sektorin.

Eg vildi gjarna sæð, at bankarnir, eisini á hesum økinum vístu samfelagsábyrgd, og vóru við í hesi áhugaverdu KT-menning í Føroyum, sum verður veitt til kappingarførar prísir. 

Alfred Olsen
Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í Vinnunevnd Løgtingsins


Vit fáa ikki myndir inn á síðuna. Gjørt er vart við feilin hjá Knassar.