Ingvi Raganrsson (mynd: Stjørnan)
Ein eldsál lagt árarnar inn
Týsdagin 15. mai 2012, bórust tíðindini um, at Ingvi Ragnarsson var farin, bert 50 ára gamal.
Ingvi og bróðurin Kristoffur hava verið ímyndin av Stjørnuni hesi seinnu mongu árini og fer tað at kennast tómt, nú hann ikki er millum okkara longur. Tað hann setti sær fyri, legði hann lív og sál í.
Tað verður tómligt á fundum, nú Ingvi ikki verður við meira, men saknurin verður størstur hjá tykkum Onnu Mariu, Karini og Pravin. Men eisini hjá tær Kristoffur, tit fylgdust so trúliga til fundar í HSF.
Vit í Hondbóltssambandinum vilja við hesum fáu orðum æra minni um Ingva Ragnarsson.
H.S.F.
Kristian Johansen, formaður
Kelda: www.hsf.fo