Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein Depil fyri øll

Tað sum eisini eyðkennir menniskjur er, at vit vilja mennast og stremba eftir at fáa ein størri vitan.

Ein Depil, sum stendur mitt í tí gamla miðbýnum, hvørs endamál er at savna børn, vaksin og geva teimum upplivingar, íblástur og hug til at koma aftur at vitja Deplin vid jøvnum millumbili.

Ætlanin er, at vit skulu hugsa um ein Depil, ið gevur rúmd fyri fjølbroyttum virksemi og torir at ganga nýggja leiðir. Ein Depil, sum fær øll fólk at føla seg vælkomin, og viðurkend fyri tann persón, tey eru og gevur hvørjum einstøkum eina kenslu av at hava eitt ognarskap, virðing og kærleika til og fyri Deplinum.

Eg hugsi her um tveir málbólkar, sum á hvønn sín hátt, hava tørv fyri hjálp at føla seg sædd og hoyrd.

Tey sálarsjúku og tey fólkini, sum tørva ráðgeving, tá tey berjast við eina so tunglynta tilveru, at tey síggja sjálvmorð, sum einastu loysn.

Vónandi hava okkara valdu býráðslimir havt tað í huga, taka tað til efturtektar, og syrgja fyri at tey sálarsjúku esini fáa tillutað eitt høli í okkara nýggja mentunar og frítíðar Depli. Sum støðan er nú, eru 2. milliónir settar av í fíggjarlógini til at byggja og reka eitt komandi fountainhús. Tað vildi verið uppá sítt pláss, at hesin málbólkurin eisini kundi fingið tillutað eitt høli her við ødrum virksemi, sum sostatt kann virka í einum skipaðum samstarvi við eitt komandi fountainhús. Møguleikar fyri virksemi ið stimbra og eggja hesi góðu fólkini til at vísa okkum øðrum, hvat tey kunnu skapa frá hondum við:

- Listaframsýningum.

- Tónleikaframførdslum / sangleikum og sjónleiki.

- Møguleika ,at greiða frá teirra tilveru og hvussu tað kennist at vera sálarsúkur.

- Cafe kvøld, har vit onnur eisini bara kunnu koma inn á gátt til hugna og prát.

- Tema dagar/vikur og workshop um ymisk evnir, har tey sálarsjúku sleppa at leggja rammur um tað arbeiði, sum skal gerast og vísa tað í verki fyri okkum øðrum.

Tað er stórur tørvur á, at hesin málbólkurin verður raðfestur høgt bæði lokalt og á landsplan. Eitt hús er lovað og peningurin er játtaður. Tað er gleðiligt og eitt stórt fet á røttu leið og nú vilja vit eisini hava, at okkara býráðslimir ynska at raðfesta hendan málbólk og geva teimum eitt høli.

Tað er ikki settur peningur av á fíggjarlógini til eina lívslinju, men vónandi verður, peningur settur av til komandi fíggjarlóg.

Tórshavnar Kommuna kann velja at ganga frammanfyri, vísa vegin, og í fyrsta umfari seta eitt høli til síðis til eina komandi lívslinju í okkara komandi Depli. Sum alt annað virksemi skal ein lívslinja rekast, fíggjast og bara við at vísa vilja, at leggja høli til hetta virksemi, so er komið langt ávegis, og so bíða vit bara eftir, at landið vil seta pening av á fíggjarlógini til fíggjarligan rakstur, og Tórshavnar Kommuna hevur hølið klárt.

 Ein býur og eitt land, har øll fólk, kunnu liva sítt lív og har tað avspeglar seg aftur í teimum tilboðum og tí virksemi, sum er til tøks.

Karl Jóhan Staksberg.

e-mail addr : Runesean66@hotmail.com