Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hans Birgir Hansen Mynd: Drekin.fo

Ein býarmynd fyllir 65 í dag

Hans Birgir Hansen – Heimsins besti Havnarmaður, ella bara stutt og greitt, Biggi, hoyrist har hann er. Hann livir seg inn í eitthvørt orðaskifti, antin hann skiftir orð við tey, hann møtir á gøtuni, ella í handlum, og oftani kunnu slíkir samanbrestir virka harðligir.

Líka mikið hvussu eitt mál vendir, so fær Biggi ongantíð rætt, og als ikki um hann verður meldaður fyri at skapa ófrið. Hendan býarmyndin er ein av teimum, sum ikki telja við eftir parolluni, at øll eru líka fyri lógini. Altíð verða skrivaðar langar frágreiðingar um hvat Biggi hevur sagt ella gjørt, men ongantíð fáa vit at vita frágreiðingina frá føðingardagsbarninum; helst tí, at hon ikki telur, og oftast endar tað eisini við, at hann fær eina rokning at gjalda til danska ríkiskassan.

Hans Bigir Hansen, hevur altíð havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Hvør minnist ikki, at Mr. Bigg varð heiðraður av Dimmalætting, sum tann persónurin, ið skrivaði flest lesarabrøv. Men aftaná hendan heiðurin bleiv blaðið ov fínt til mannin, sum snøgt sagt bara noktaði honum innivist í blaðnum.

Tá Sosialurin liggur í Miðbýnum, var býarmyndin oftani inni á gólvinum at skifta orð um alt møguligt. Men blaðið toldi heldur ikki, at fáa vitjan av manninum úr Revagarðinum. Sosialurin setti knappliga Bigga forboð at skriva fyri nógvum árum síðani.

Blaðið legði seg eftir at boðsenda løgregluni hvørjaferð Biggi kom á gátt. Tað riggaði fínt. Tey svørtu sleiktu Einglunum, sum afturfyri eisini eru til vinartænastur.

Men nú er Dimma sokkin, og Sosialurin er í djúpastu andaneyð, meðan Biggi heldur fram at skriva lesarabrøv um samfelagsviðurskiftir. Tað ger hann í Pdf- útgávuni hjá Oyggjatíðindum einaferð um vikuna. Blaðið hevur tann lesarapolitikkin, at øll hava loyvi at geva sína meining til kennar uttan mun til politiskan lit, átrúnað ella sosialan status í samfelagnum. Eisini Biggi.

Tað er hent, at føroyingar gráta um viðferðina hjá hesi býarmyndini, t.d. á einum veljarafundi á Læraraskúlanum, sum var dekkað av sjónvarpinum.

Biggi, sum altíð møtir upp til almennar fundir, og ikki heldur seg aftur at biðja um orðið, fær bara ikki altíð orðið.

Á politiska valfundinum bað hann eisini um orðið. Men tað bleiv honum noktað av m.ø., Øssi Winthereig, sum sjálvur síðani hevur verið valevni fyri flokk, sum sigur seg verja mannarættindini hjá øllum. Men Biggi telur so ikki her, og helst onnur útvald heldur ikki.

Hendingin í lærarsskúlahøllini østi fólk, tí seansan fór fram fyri opnum skermi, og síðani hevur hetta brot verið lagt út á Facebook, men fyri Bigga er støðan júst tann sama í dag, sum altíð. Fólk gloymdu skjótt. Hann hevur ikki rættindir, sum onnur halda vera ein sjálvfylgja.

Hans Birgir Hansen, hevur ringt til løgregluna, tí hann er blivin eltur av fólki, sum hóttu hann við lívinum. Hóast hann var bangin, og føldi seg hóttan, vildi løgreglan ikki koma at hjálpa honum. Løgreglan vil heldur ikki taka mannin í álvara tá hann verður álopin í býnum, og um hann endiliga kemur í samband við løgregluna, so er kravið, at hann sjálvur finnur útav hvør tað er, sum hevur gjørt seg inn á hann – navn og adressur.

Hann er helst einasti persónur, sum verður biðin um at uppklára lógarbrot, framd í móti honum sjálvum, og sum heldur ongantíð fær konsekvensir fyri onnur enn býarmyndina sjálva.

Hann er limur í nógvum sosialum felagsskapum – so sum Javna og øðrum, tí arbeiði hjá hesum felagsskapum hevur hansara stóra áhuga og tokka, sum hann eisini stuðlar av heilum hjarta.

Mr. Bigg hevur altíð verið áhugaður í ítrótti, og tað er eingin loyna, at hann í áravís hevur stuðlað B36, bæði sum flaggvørður, og tann, sum hevur ruddað millum sitiplássini aftaná dystir, men hann hevur ikki altíð verið væl viðfarin, og onkuntíð hevur hann eisini umhugsað, at slept samstarvinum, men hann hongur enn við, og er fastur við trummunum til dystirnar, tó at B36 hevur fingið ein kappingarneyta, tí Biggi trummar eisini fyri AB, sum hevur tikið væl í móti stuðlinum.

Fyri nógvum árum síðani fann Mr. Bigg uppá, at lata seg í stuttar buksur, og byrjaði at renna í býnum, og rundanum býin. Hann meldaði seg til ymiskar kappingar, og var annars altíð við í kappingum. Fólk hugsaðu, at maðurin mundi vera svakur; eingin kundi fara út at renna uttan at hava eitt endamál, men Biggi bleiv við. Í dag undrast eingin. Øll renna, sum um tað er tað mest náttúrliga at gera.

Soleiðis var tað ikki altíð, men aftur her vísti Mr. Bigg vegin.

Mannin í Revagarðinum minnast tey flestu eisini frá “Kubbanum”, sum skuldi spara fólki oljunýtsluna.

Politiskt er hann sosialur, og er til grøna orku.

Áhugamálini eru nógv. Hann hevur fleiri ferðir bjóða serfrøðingum til Føroyar, og í hesum sambandi hevur hann skipað fyri átøkum, sum ikki altíð hava verið so væl vitjaði, tí Hans Birgir Hansen, hevur ikki somu atgongd til Einglapressuna, sum tey, ið “hoyra til”.

Hans Birgir Hansen, er til alternativa orku, men er eisini til alternativan lekidóm við lekjandi urtum, rótum og øðrum úrdráttum úr náttúruni, og hann ikki í iva um, at kroppurin er førur fyri at lekja seg sjálvan, um fólk bara fylgja røttu mannagongdunum.

Tað kundi verið skrivað nógv um Hans Birgir Hansen, men ein føðingardagsheilsan má eisini fáa ein enda.

Her fara vit at ynskja kendu býarmyndini í Havn, Hans Birgir Hansen, hjartaliga til lukku við føðingardegnum í dag.

Dan Klein, journalist