Borgarstjórin heilsar uppá Hildur, sum er triðja ættarlið at leiða handilin.
Ein av elstu handlum og fyritøkum í býnum fylti 80 ár
Arge-mennirnir vóru óførir innan handilsskap og handverk. Niels L. Arge var mest kendur um gullsmiður og umvælari av fínmekanikki. Í dag er tað triðja ættarlið, sum stjórnar fyritøkuni, meðan fjórða ættarlið er klártat taka við.
Tað sigst, at Niels L. Arge møguliga var fyrsti føroyingur,sum brúkti visittkort!
Í gjár hevði handilin niðri við Kongabrúnna móttøku. Serlig framsýning var eisini av einastandandi sniðgávu av silvurvørum til føroyskklæði.