Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein ætlan fyri útoyggjar má gerast



SAMFERÐSLUÆTLAN: Tørvur er á eini samlaðari ætlan fyri útoyggjar fyri at lyfta tær upp á eitt hóskandi støði, tá ræður um undirstøðukervi og tænastu. Hetta bæði til gagns fyri bygdafólkið, og at oyggjarnar kunnu vera førar fyri at taka ímóti tí lutfalsliga stóra ferðafólkastreyminum, sum vitjar á hvørjum ári.

Landsverk og Strandferðlan taka undir við niðurstøðuni hjá Útoyggjafelagnum um, at tørvur er á eini samlaðari ætlan fyri, at útoyggjar kunnu verða lyftar upp á eitt hóskandi støði viðvíkjandi undirstøðukervi og tænastu. Hetta millum annað tí, at bygdafólkið og oyggjarnar skulu megna at taka ímóti øllum teimum ferðafólkunum, sum á hvørjum ári hava sett sær sum mál at vitja eina ella fleiri útoyggjar.

Til frama fyri økismenningina á útoyggj eiga viðkomandi almennir stovnar, kommunur, bygdir, einstaklingar og onnur áhugaði at virka fyri, at røtt javnvág er millum tað vinnuliga, mentanarliga og sosiala støðið á øllum oyggjum. Millum annað hetta stendur í framhaldsútgávuni av Samferðsluætlan 2018-2030, sum kom út 5. juli.

Í samferðsluætlanini verður mælt til, at heildarætlanin fyri útoyggjar millum annað skal viðgera endurnýggjan av flotanum hjá Strandferðsluni, farmaflutning og betran av samferðslumøguleikunum sum heild. Við eini slíkari útoyggjaætlan kunnu Landsverk og Strandferðslan lættari at røkja samferðslutørvin á og til útoyggjar.

Mælt verður eisini til, at núverandi samanseting av ognarskapinum av havnum og ferjulegum, sum er býtt millum Landsverk og kommunurnar, verður løgd í eina hóskandi legu. Hetta soleiðis, at allar havnir í hvussu er verða hildnar viðlíka. Harafturat eigur ein støðumeting av øllum havnum at verða gjørd og síðani ein ítøkilig virkisæltan, ið greitt lýsir, hvussu farast skal fram. Herundir at gera kostnaðarmetingar av tí, sum gerast skal.

Framhaldið av Samferðsluætlan 2018-2030 kann takast niður í pdf-útgávu HER.

Eisini er ein serlig undirsíða her á www.landsverk.fo gjørd til Samferðsluæltan 2018-2030, sum kann síggjast HER.