Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eilif Gaard heldur fram sum stjóri á Havstovuni

Eilif Gaard er settur í starv sum stjóri á Havstovuni. Fiskimálaráðið skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
 
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur gjørt av at seta Eilif Gaard sum stjóra á Havstovuni. Starvið er tíðaravmarkað í 5 ár fram til 1. apríl 2023 við møguligari leingjan í upp til 3 ár.
 
Eilif Gaard hevur seinastu 8 árini røkt starvið sum stjóri á Havstovuni. Eilif er 60 ára gamal og hevur verið í starvi á Havstovuni, síðani hann í 1986 tók prógv í lívfrøði (Cand. Scient.) frá lærdum háskúla.  Í 2001 varð hann tilnevndur doktari (Dr. Philos.) innan somu yrkisgrein á universitetinum í Tromsø.
 
Starvið sum stjóri á Havstovuni varð lýst leyst í januar í 2018. Tríggjar umsóknir vóru til starvið.