Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eik-maður fær valdið í LÍV

Við eigaraskiftinum í Eik, misti Finn Danberg, fótafesti, sum fíggjarstjóri í bankanum 31. marts 2011. Síðani er øll tann gamla Eik-leiðslan undir kanning fyri brot á lógina, men hetta hevur ikki forðað fyri, at Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur sett Finn Danberg, sum formann, at umboða almenna partin í nevndini í Lív. Longu í 2002 koma báðir stjórarnir í Eik, Marner Jacobsen, og Bjarni Olsen í Kaupthing nevndina…

Kaupthing-nevndin fekk styrk í 2005, tá Jógvan Páll Marius Lassen, advokatur, gerst nevndarlimur við tí nú skuldsetta íslendska stovnaranum við borðendan. Tá var nevndin sett soleiðis saman: Sigurður Einarsson (formaður), Johnie Wilson Brøgger, Jógvan Páll Marius Lassen og Anfinnur Olsen…

…Løgtingsmaðurin, Reimund Langgaard, er knappliga í verjustøðu, og sigur, at Eik hevði ikki yvirtikið lyftini um íløgur í “europeisk partabrøv uttan váða”. Tað svitast tó ikki, at tingmaðurin eisini arbeiddi fyri gamla Eik. Tað ger tað ikki betur fyri trúvirði hjá tingmanninum, at hann eisini arbeiddi hjá gamla falliteraða Kaupthing, sum tað ikki kostar honum petti at hava eina meining um í dag…

…Hvør tað er, sum hevur ráðgivið landsstýrismanninum, er ivasamt, men Johan Dahl, brúkti so Jógvan Páll Marius Lassen, advokat, sum eksternan ráðgeva, tá rembingar vóru í Atlantsflogi.

Og sum Finnur Helmsdal, sáli, so rámandi plagdi at taka til: Farvæl Sofus, ella var tað:

Vælkomin, Marius...

------

Øll greinin í pdf útgávuni.

Greinarnar kunnu keypast við gjalds-kortið fyri kr. 7,50. Hendan tænastan hevur tó ikki rigað í longri tíð, og tí hevur Knassar sett seg í samband við PayPal-skipanina, sum arbeiðir við hesum trupulleikanum. Vit siga frá, tá hetta er komið uppá pláss, og at tað ber til hjá einum og hvørjum at keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar:

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

Hava tygum goldið kvartalsgjald, men ikki hevur fingið blaðið sendandi, er orsøkin helst tann, at tygum hava ikki sent okkum telduadressuna. Hava tygum goldið kr. 150,00, so send adressuna her:

 oyggjat@olivant.fo

Á hesari adressuni ber eisini til at tekna blaðhald, og fáa blaðið sendandi beinleiðis til tygara teldu, sum ikki hevur nakað við PayPal at gera á verandi støði.