Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ólavur Jensen, Sølu- og marknaðarleiðari í Eik, og Bjørk Herup Olsen hava undirskrivað høvuðsstuðulsavtalu

Eik stuðlar Bjørk Herup Olsen

Evnaríki rennarin Bjørk Herup Olsen hevur skrivað undir høvuðsstuðulsavtalu við Eik fyri árini 2014 og 2015.

"Eg eri sera fegin um avtaluna og um at sleppa at renna aftur" sigur Bjørk Herup Olsen, sum eftir eitt tíðarskeið at hava verið plágað av skaðum, er 'fit for fight'. M.a. barst henni frá at luttaka á Oyggjaleikunum á Bermuda í fjør vegna skaða.

Bjørk er 22 ára gomul og hevur runnið í 12 ár. Hon hevur vunnið ørgrynni av heiðursmerkjum bæði her á landi og uttanlands. Hon hevur verið á danska ungdómslandsliðnum tríggjar ferðir, og rennur eisini fyri føroyska landsliðið.

Komandi kappingar

Beint fyri jól luttók Bjørk í eini av vetrarkappingunum hjá Frælsum Ítrótti Føroya, og vann hon hesa kappingina so ruddiliga.

Í løtuni býr hon í Keypmannahavn, har hon lesur til tannlækna. Hesa fyrstu tíðina av nýggja árinum fer hon í høvuðsheitum at venja fram í móti ymsum kappingum, sum verða seinni í vár.

Tann fyrsta verður DM í 10.000 metrum, sum verður í mars 2014. Harnæst kemur m.a. DM í hálvmaraton, eisini í mars.

Um nærmastu framtíðina sigur Bjørk: "Í apríl mánaða fari eg saman við øðrum rennarum úr felagnum Sparta til Portugals á venjingarlegu í eina viku, har eg fari at venja fram ímóti summarkappingarárinum á breyt. Í summar fari eg serliga at leggja dent á Nordic Challenge á 10.000 m í Noregi, DM og FM á breyt, og annars tær mongu kappingarnar á breyt, sum verða í Danmark."

Fjøltáttaður rennari við fleiri metum

Bjørk er ein sera fjøltáttaður rennari. Hon stendur seg væl á stuttum eins væl og longum teinum, men hennara yndisteinur er 5.000 metra teinurin.

Í løtuni hevur Bjørk føroyskt innandura met á 5.000 m, 3.000 m, og 1.500 m teinunum. Somuleiðis hevur hon føroyskt uttandura met á 10.000 m, 5.000 m, 3.000 m, og 1.500 m teinunum.