Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eik innfríar aftur eina milliard fyri tíð

Eik Banki Føroya hevur nú innfríað enn eitt milliarda lánsbrævalán fyri tíð, og samlaða lánibyrðan, sum í oktober 2010 var 6 mia. kr. er nú komin niður á 1 mia. kr.

Gjaldførið bankans er støðugt betrað, og tí er nú enn einaferð møguligt at innfría skuld fyri tíð. Í juni 2011 varð eisini 1 mia. kr. innfríað fyri tíð. Síðan oktober 2010, hevur Eik Banki Føroya minkað um statsgaranteraðu skuldina við 5 mia. kr.

“Hóast ein milliard nú aftur er nýtt úr gjaldførinum, er gjaldførið framvegis gott, og javnvág er nú millum útlán og innlán”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka Føroya.

Lánsbrævalánið var samstundis seinasta børsskrásetta virðisbrævaútgávan hjá Eik Banka Føroya. Hetta merkir, at bankin ikki longur fevndur av reglunum fyri børsskrásettar fyritøkur hjá Nasdaq OMX. Bankin fer tískil framyvir m.a. bert at almannakunngera hálvárs- og ársroknskap.

Lánsbrævalánið varð útgivið við statsveðhaldi í samstarvi við Nordea í mai 2010, og stóð at falla til gjaldingar í mai 2013.