Eik hækkar rentuna á útlánum
Eik hækkar nú útlánsrentuna. Hækkingin stendst av øktum fíggjarkostnaðum og útreiðslum av herdum krøvum frá myndugleikum
Rentuhækkingin merkir, at flest allar útlánsrentur hækka við 0,5 prosentstigum. Rentan á 1. veðrættarlánum hækkar 0,35 prosentstig og verður sostatt eftir hækkingina 5,95 prosent p.a.
Rentubroytingin kemur í gildi 10. november 2011.
Aðrar broytingar
Higartil hevur Eik Netbankin fyri privatkundar verið ókeypis. Hetta verður nú broytt, soleiðis at Netbankin frá 1. januar 2012 fer at kosta 30 kr. um ársfjórðingin.
Yvirlit yvir broytingarnar verður tøkt á heimasíðuni, tá tær koma í gildi.