Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eik Grunnurin á Løgtingi

Var og lurtaði í tá Føroya Løgting avgreiddi málið um Eik grunnin. Av sonnum undrunarsamt.
Ein løgtingslimur nevndi, at vit vistu av ongum fyrr enn 6. oktober 1992 o.s.fr.

Í kanningini hjá Grønborg kunnu vit lesa, at 24/8-92 vóru tær báðar kvinnurnar, sum kannaðu Sjóvinnubankan, á fundi við táverðandi fíggjarmálaráðharra. Fundurin var umbiðin av hesum báðum kvinnum. Tað er einki at ivast í, at tað sum greitt bleiv frá var alvorligt! Men tað tykist ikki sum fíggjarmálaráðharrin skilti álvaran. (Grønborg frágreiðingin síða 201-207)

Seinni sama mána, 29/8, eru nevndarformaður og stjóri í Sjóvinnubankanum á fundi við Fíggjarmálaráðharran. Har fær hann at vita, at setast skal av móti tapi av útlánum til kommunur. Annars upplýsti nevndarformaðurin at kunna bleiv um støðuna. Hvat kunna bleiv um er ikki nevnt. (Grønborg frágreiðingin síða 214-215)

Men trupult er at skilja at einki hendi. Her áttu allar lampur at lýst reytt. 

Í somu frágreiðing er eisini staðfest, at Landsstýri fekk upplýsingar áðrenn danski ráðharrin. Og Føroyabólkurin, tann við kuffertum og loyniligum fundum, bleiv stovnaður í september 1992.

Løtu seinni nevndi ein annar politikari, at tá Eik banki fór, vildu ”danskarar” ikki loysa føroyska partin frá veðhaldinum, og tí fór føroyski parturin av Eik eisini á húsagang. Hetta argument havi eg eisini hoyrt fyrr. Men í kanningini av Eik grunninum, sum var til viðgerðar hendan dag, sæst á síðu 372 í frágreiðinini:

- Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri í Eik, metir í dag samlaða tapið hjá Eik Banka til í minsta lagi 6,4 mia. kr. (Eik Føroyar 4,1 mia. og Eik Danmark 2,3 mia. kr.) 

Annars helt eg ikki at omanfyri nevndu argument hoyrdu heima í umrøðuni av málinum. Eri stórliga bangin fyri, at tað er soleiðis ein partur av fólkinum og eisini ein partur av politikarunum ynskir at skilja trupulleikan.

Men á hendan hátt læra vit einki.

Eisini bleiv tosa um førleikar at hava egið fíggjareftirlit. Førleiki er so mangt. Lysti meg at sjá tann dag tá avgerð skal takast um at stongja ein banka. Hendan dag skal veljast millum framhaldandi aktivitet hjá lántakara og pensjónsuppsparingina hjá Palliba. Tað er tann dagin førleikin verður avgjørdur. Kanska tey hugsa, sambært tí nevnt er omanfyri, at hetta er ein hypotetiskur spurningur. 

Eingin undraðist yvir at fíggjarmálaráðharrin og ovast embætismaður hjá honum upplýsa í frágreiðingini at tað kom fullkomuliga óvart á teir at Eik banki fór konkurs.

Havi ilt við at síggja at vit hava lært nakað sum helst. Hendan dag á løgtingi sást einki til nakra læru av fortíðini. Heldur fekst varhugin av at hetta var langt omanfyri tað løgtingslimir fataðu. Ella var tað bara líkasala og manglandi áhugi? Her sást eingin álvari. Vandin fyri endurtøku er enn tann sami sum í 1992 og 2010.

Eivind Jacobsen
Strendur