Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eik broytir gjøld og rentur

Frá 1. februar 2012 lækka fleiri av tænastugjøldunum í Eik. Somuleiðis lækkar rentan á 1. veðrættarlánum og ávísum innlánum, meðan bidragið á realkredittlánum hækkar.

Ómaksgjøld lækka

Avgjørt er at lækka fleiri av ómaksgjøldunum í Eik.

“Vit gjøgnumganga javnan tænastugjøldini í bankanum, soleiðis at tað er ein rímulig jávnvág í millum kostnaðin av at veita eina tænastu og tann prís vit taka fyri hana. Eisini ynskja vit at taka atlit til í hvønn mun okkara tænastugjøld eru kappingarfør”, sigur Súni Schwartz Jacobsen forstjóri í Eik Banka.

Í stuttum verða hesi ómaksgjøld broytt:

 Fráboðaða ársgjaldið á Eik Netbankanum hjá privatkundum upp á 120 kr. um árið, sum skuldi koma í gildi 1. januar 2012, verður ikki sett í gildi. Tí verður Netbankin framvegis ókeypis at brúka hjá privatkundum.

 Flytingar til Danmarkar umvegis Eik Netbankan verða ókeypis. Hetta er tó bert galdandi fyri flytingar við stuttum boðum.

 Ársgjaldið á gjaldskortum til kundar millum 18 og 25 ár, lækkar úr 200 kr. niður í 15 kr.

 Eykagjald fyri myndakort lækkar úr 50 krónum í 0 krónur.

 Manuellar flytingar hjá Eik kundum, føddir áðrenn 1. januar 1940, verða nú ókeypis.

 Saldufyrispurningar umvegis telefon verða nú ókeypis Flytingar við stuttum boðum í Netbankanum eru framvegis ókeypis, tá flutt verður til egnar kontur og aðrar kontur í Føroyum.

“Vit hava gjørt av at halda fram við at bjóða privatkundum ókeypis netbanka, og harafturat hava vit lagt okkum eftir, at eldri fólk og ungir kundar skulu hava serligan fyrimun av lækkingunum. Eldru kundarnir hava aloftast ikki netbanka og tískil ikki somu valmøguleikar sum aðrir kundar. Tí bjóða vit teimum at fáa flytingar avgreiddar ókeypis á deildunum”, sigur Súni Schwartz Jacobsen.

Hesar broytingarnar fáa allar gildi 1. februar 2012. Undantikið er tó ársgjaldið á Netbankanum, sum ikki verður sett í gildi.

Rentulækking

Rentan á 1. veðrættarlánum lækkar við 0,25 prosentum. Rentan á ávísum innlánum lækkar somuleiðis við 0,25 prosentum.

Rentulækkingarnar fáa gildi frá 1. februar 2012.

Bidrag á realkredittlánum hækkar

Bidragið á BRF lánum hækkar upp í 1,90 prosent. Higartil hevur bidragið á nýggjum realkredittlánum verið 1,75 prosent. Hækkingin er galdandi fyri nýggj og verandi lán, har ein partur av verandi lánum hevur havt eitt bidrag, sum hevur verið lægri enn 1,75 prosent. Orsøkin til hækkingina eru m.a., økt kapitalkrøv í sambandi við veitan av realkredittlánum, umframt at øll realkredittlán framyvir fara at hava eins bidrag.

Bidragið, sum føroyskir lántakarar rinda fyri lánini, sum Eik formidlar umvegis BRFkredit, fevnir um eitt kapital- og umsitingargjald til BRFKredit umframt eitt kapital- og umsitingargjald til Eik Banka, sum hevur stillað trygd til frama fyri BRFkredit móti tapum upp á realkredittlán veitt í Føroyum.** Hækkingin hevur gildi frá 1. apríl 2012.

Meira nágreiniligt yvirlit yvir broytingarnar í rentum og gjøldum verður tøkt á heimasíðuni www.eik.fo, tá tær koma í gildi.