Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eigarar av Myllutjørn fáa kekk til jóla

Arbeiðið hevur gingið sera væl og nú verkætlanin við Myllutjørn er liðug, er samlaði kostnaðurin slakar 29 miljónir. Verkætlanin varð mett at kosta góðar 31 og eru sostatt næstan hálvatriðju miljón bíligari enn mett.

Bygginevndin hevur mælt fíggjarnevnd og býráði til at loka verkætlanina og í fyrstu atløgu rinda keyparum kr. 35.000 aftur. Restin, eini tvey-trý túsund, verður goldin um hálvt ár.

Fíggjarnevndin samtykti at taka undir við tilmælinum og beina málið í býráðið, sum einmælt samtykti uppskotið í gjárkvøldið.

Tað merkir so, at grundstykkjaánararnir við Myllutjørn heilt óvæntað fáa ein kekk uppá 35.000 krónur fyrsta dagin.

Kelda. www.torshavn.fo