Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eiga Nólsoyingar rætt til læknaviðtalu í oynni, og ókeypis ferðing sum øll onnur í kommununi?

Fyri meg er svarið til omanfyrinevndu spurningar ja!- sjálvandi!

Til tað seinasta virkaði eg fyri, og hetta kunnu fleiri enn borgarstjórin vátta, at varðveita læknaviðtaluna í Nólsoy. Gamaní fara flestu ungu uttan trupulleikar til Havnar, eisini til lækna, men treyðugt so gjørdu mong teirra nýtslu av at vitja læknan, tá hesin kom í oynna á vitjan. Men mest týðandi er, at eldra ættarliðið av nólsoyingum fær ta trygdina innaftur í dagliga dag teirra, sum vissan um, at læknin regluliga kemur, veitur!

So vítt eg veit tóku kommunulæknafelagið og Heilsutrygd avgerðina um at steðga hesum viðtalum, eg skilti ongantíð hví! Eydnast ikki nýggja býráðnum at yvirtala hesi til at endurreisa lænaviðtaluna, mæli eg til, og farið at virka fyri, at kommunan ger avtalu við læknar, um at røkja eina regluliga viðtalu í Nólsoynni! Hetta verður ikki dýrt, tí heilsutrygd rindar undir øllum umstøðum fyri tær viðtalur og viðgerðir, sum læknin ger har úti!

Viðvíkjandi siglingini síggi eg fram til at hoyra argumentir fyri, hví allir borgarar í kommununi, uttan teir, sum búgva í Nólsoy, kunnu njóta ókeypis flutning dagin á tamb, um so skal vera, uttan tey, sum búgva í Nólsoy.

Jenis av Rana

Býráðsvalevni fyri Miðflokkin