Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eiga ikki at liggja á boðunum

Møguleikar eru fyri at flyta sjúklingar til viðgerðar landanna millum, staðfestir Bill Justinussen, løgtingsmaður hjá Miðflokkinum í viðmerking til Munnligan fyrispurning til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum.

1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at víðka um og útbyggja heilsusamstarvið í útnorðri?

Viðmerkingar:

Útnorðurráðið skipaði í farnu viku fyri ráðstevnu á Ísafirði um heilsusamstarv í útnorðri. Fyrilestrahaldarar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi løgdu síni sjónarmið fram og landsstýrisfólkini úr hesum trimum londunum greiddu frá politisku viðurskiftunum.

Greiðar ábendingar eru um, at til ber at víðka um og útbyggja samstarvið munandi millum heilsumyndugleikarnar í útnorðri, og longu nú er gevandi samstarv á ávísum økjum. Ongin ivi er um, at bæði viljin og møguleikarnir fyri samstarvi eru stórir í øllum trimum londunum, og tí eiga vit ikki at liggja á boðunum. Møguleikar eru fyri at flyta sjúklingar til viðgerðar landanna millum. Eisini ber væl til at flyta læknar og onnur heilsustarvsfólk millum sjúkrahúsini.

Innan heilsuútbúgvingar er grundarlagið gott fyri samstarvi. Og í granskingarhøpi ber sera væl til at gera felags átøk. Føroyska talgilda heilsuskipanin tykist at hava stóran áhuga í Íslandi og Grønlandi. Sum heild tykjast fortreytirnar fyri tættari sambandi og meiri samstarvi at vera optimalar.

Á Glyvrum 21. januar 2013

Bill Justinussen