Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

EIGA AT FINNA VARANDI LOYSN FYRI LESTRARHÚSI

Lestrarhúsið hevur sum royndarverkætlan haft opið frá 23. desember. Seinasti dagur opið er, er nú fríggjadagin 31. januar. Borgarstjórin er fyri at finna eina varandi loysn við lestrarhúsi í høvuðsstaðnum.

64 lesandi hava brúkt hølini hetta tíðarskeiðið og er hetta væl meira enn væntað. Tað hevur gingið stak væl. Onki herverk, fólk hava skikkað sær pent og farið væl um. Tey hava brúkt hølini allar dagar í vikuni. Harafturat hevur verið ein 24 tíma próvtøka í fundarhølinum á niðastu hædd.

Hølini í Niels Winthersgøtu 5 í miðbýnum hava verið stak væl egnað. Har eru fleiri rúm og ljóðdempaðir skilaveggir, fleiri vesi, køkur og tráðleyst internet. Og so liggja hølini mitt í hjartanum í býnum.

Lestrarlívið í miðbýnum hevur blómað hesar vikurnar. Eitt eftirmetingarskjal er nú sent út til brúkarnar, soleiðis at tørvur og nøgdsemi kunnu staðfestast. Fleiri brúkarar hava spurt eftir varandi loysn, eisini hevur ein lesibólkur á Fróðskaparsetrinum heitt á kommununa um samstarv um eina varandi loysn.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur at í langa tíð hevur verið tosað um høli til lesandi, serliga í sambandi við høvuðsuppgávur og prosjektarbeiði. Og tá nú eftirspurningurin var so stórur, so varð avgjørt at gera eina roynd.

- Tað er heilt vist, at vit eiga at finna eina varandi loysn, ikki bara til útisetar, men til lesandi í høvuðsstaðnum yvirhøvur. Tí harvið skapa vit eitt fjølbroytt lestrarumhvørvi, sum samstundis virkar væl sosialt, sigur Heðin Mortensen, sum eisini fegnast um áhugan frá Fróðskaparsetrinum.

- Vit fara sjálvandi skjótast at kanna møguleikarnar. Aðrar ætlanir eru við júst hesum húsinum, men eitt nú fær Býarbókasavnið seinni sera nógv pláss, har kundi eg hugsað mær at møguleikar vóru fyri einum náttúrligum lestrarumhvørvi. Aðrir møguleikar eru eisini. Men hetta skal sjálvandi takast til viðgerð sum skjótast, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.