Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Egocentriskur høgraradikalur politiskur glantrileikur

Átti at staðið sum tvungin yvirskrift yvir fólkaflokkinum, soleiðis at øll vistu, hvat tey gingu inn til og stulaðu, um tey valdu hesa kós saman við nevnda flokki.

Hesu høgraradikalu siga seg vera í einum fólkaflokki, men fyri tað fyrsta lýgur navnið, tí tað av sonnum ikki er ein flokkur, ið virkar fyri Føroya fólki sum heild, men einans fyri teimum útvaldu og teimum villleiddu, og fyri tað næsta eru tað einstaklingar, ið hvør sær - og til tíðir saman -einans berjast fyri framíhjárættindum til seg sjálvan og til síni og onnur, ið á einhvønn hátt kunnu gagna teimum og teirra. Málið er ongantíð fólkið sum heild, nei, men tey vælbjargaðu, ið ikki tørva serviðgerð, og annars teimum, ið kunnu gagnnýtast á annan hátt í starvssetanarmálum o.t.

Tey býta føroysku virðini eftir politiskum og familierum viðurskiftum og boyggja seg einans, um samstarvspartarnir hótta teir t.d. við nývali, um teir ikki makka rætt. Nýval vilja teir ikki hava, tí so verða teir kanska settir uttanfyri.

Og tí hava teir til tíðir verið við til at viðtikið okkurt gott fyri fjøldina. Tað hevur verið teirra umkostningar, tí valdið vilja teir hava - kosta nærum, hvat tað kosta vil.

Teirra sannleikar og rættleikar eru altíð í tráð við, hvat teir vilja hava framt, sær og sínum til gagns. Harvið gerst sannleikin til lygn, og rætturin gerst órættur. ”Målet helliger midlet”, sum danir plaga at taka til í tílíkum førum. Klantrileikurin gerst fullkomin.

Flokkurin varð stovnaður í 1940. Longu tá gingu stuðlarnir og heilagu við útstrektum ørmum og royndu at sabotera politiskar fundir hjá øðrum.

Síðani tá eru fleiri leiðandi høgradikalir leiðarar tiknir við buksunum niðri, tí teir ikki hava kent mun á mínum og tinum og so teirra egna.

Hartil kemur, at navnið á leiðandi flokslimi hevur verið at sæð í kolofonini í blaðnum hjá nýnazistunum, og tað er ikki uttan orsøk. Kanska átti serfrøðingar at grivið eitt sindur niður í substansin og lagt úrslitið á borðið.

Í hesum sambandi er kanska áhugavert at síggja Bjarna Djurholm stuðla minnigardegi fyri teimum dripnu í kríggjum í 20. øld m.a teimum 6 mill. Jødunum, sum vórðu dripnir í teim týsku týningarlegunum. Tað er sjálvandi gott, men kanska hevði tað verið betri at passiviserað teir, sum framhaldandi stuðla fanansskapinum.

Og fyri at taka seg væl út, so útgeva nógvir av teim høgraradikalu seg fyri at vera kristnar. Hetta kann løna seg, fyri at fáa goodwil í m.a at skaffa sær mammon í mongum ymiskum viðurskiftum. Hetta kundi fyri sovítt verið í lagi, um tað verunliga var so, men sum handilsvøra er tað langt, langt undir øll lágmál. Rein egoisma. Hvussu langt kann mann fara fyri at snýta fólk? Men egentliga, so snýtir mann til síðst bert seg sjálvan. Men tað er sjálvandi bert upp til hvønn einstakan at gera av, hvørjar avleiðingarnar eru/vera av at velja tað eina fram um nakað annað.

Mong gera góðar gerningar tileinkis. Ótrúligt og ófatuligt, tí vit kunnu lesa, at vit skulu elska Gud, og at vit skulu elska næstan, so sum vit elska okkum sjálvi, og Jákup skrivar, at trúgv uttan gerðir (næstakærleiksgerðir) er deyð eins og maður uttan anda. Og skrivað stendur eisini um Hansara tey minstu, sum hava fingið nætakærleiksgerðir eftir tørvi, og at gevararnir tí skulu við Honum inn í Hansara ríki, meðan hini, ið høvdu nokk í sær sjálvum skulu út í myrkrið. Hetta er søgan um, hvat fer at henda á evsta degi. Og tað er frelsarin sjálvur, ið hevur kunnað øll um hetta. At gerningar onki hava at siga, sum vit javnan hoyra, samsvarar ikki við tekstin/boðskapin og verunleikan.

Næstakærleiksgerningar í høgraradikalum regi er sum lundi á jólanátt. So sjálvt kristindómurin verður lagaður til høgraradikala glantrileikin. Kanska er tað higani frá, at næstakærleiksboðið er skotið í sænk. Og søkkast kann tað og tey neyvan djypri.

Ein og hvør má gera upp við seg sjálvan, hvat og hvørjum tey struðla, men best er um øll vita, hvat tað er, tey stuðla. Í tí andanum er henda greinin skrivað.

Hetta minnir meg um, tá eg var fermdur, at Johan Nielsen prestur spurdi okkum, um vit vistu hví Guð ikki noyddi okkum at koma til sín, tí tað kundi hann gjørt, um hann vildi. Og tá ongin av okkum kundi svara, segði hann, at tað var tí, at hann ikki vildi hava trælir í sínum ríki. Og so er.

Vónandi fellur roðslan úr eygunum og voksið úr oyrunum á mongum í framtíðini soleiðis at mong fáa evnini bæði til at síggja og at hoyra, og harvið at skilja millum sannleika og lygnir. Vónandi velja alt fleiri sannleikan og standa við hann – kosta hvat tað kosta vil.

Dagfinnur Danbjørg.