Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Egningarmaskinan hjá Huxa

Tað var í teimun døgum tá hvørki pabba ella eg vóru fødd. Tá var tað sambært Huxa so fátækt í Føroyum, at vit ikki høvdu fólkapensión, ella tað sosiala sum í dag tryggjar óarbeiðsførum eina rúmliga tilveru.

Hóast flokkurin hjá abba, fólkaflokkurin hevði sitið við politiska valdinum í 15- 20 ár, so livdu pensionistarnir sambært Huxa tá í djúpastu armóð, við ongari fólkapensión.

Men mær fortalt metti abbi, at soleiðis hevði tað verið, og soleiðis skuldi tað verða í framtíðini. Tí tað kom bara at økja almennu útreiðslurnar um pensionistarnir skuldu fáa meira pening at liva fyri. Abbi átt júi bæði pening og jørð, so tað var einki í vegin fyri at hann stuðlaði langabba og langommu við nøkrun krónum.

Men so hendið tað sum sambært Huxa ( fólkaflokksungdómur í dag ) gjørdist byrjanin til eina sosiala vanlukku fyri tað føroyska samfelagi, líka til dagin í dag.

Burtur úr ongum gjørdi táverandi løgmaður Petur Mohr Dam sáli úr javnaðarflokkinum eina "egningarmaskinu". Henda "egningarmaskina " varð sambært Huxa, gjørd til at " fiska " sosialar atkvøður við.

Aftaná 15 - 20 ára politiskt stýrið, har fólkaflokkurin, flokkurin hjá Huxa var ein av politisku stuðlunum, kom javnaðarflokkurin til valdið í 1958. Árini frammanundan 1958 skýrur Fólkaflokksungdómur í dag fyri eitt tað svarasta kapitul í føroyskari politikari søgu. Eitt samfelag so blóðfátækt, at tey sum høvdu lagt lunnar undir okkara samfelag, táverandi pensionistar var ein forfjónaður flokkur, har deyðin nærum var í durðinum, um teirra nærmastu ikki stuðlaðu teimun fíggjarliga.

Tí var eitt tað fyrsta stovnarnum av javnaðarflokkinum Petur Mohr Dam sáli gjørdi, tá hann gjørdist løgmaður, at leggja alla sína politisku orku í at fáa pensionistunum í Føroyum eina fólkapensión á hædd við hini Norðanlondin. At tað politiskt eydnaðist honum, er helst tað størsta sosiala nýbrot í síðstu øld.

So burtur úr " egningarmaskinuni " íð Huxa segði varð sett á stovn, at" fiska" atkvøður fingu pensionistarnir mannssømulig kor, og eina fólkapensión ið var á hædd við tað donsku fólkapensiónin.

Ikki nokk við tí so vóru fleiri túsund føroyingar noyddir av landinum, eisini kvinnur, undan størsta arbeiðsloysi í nýggjari tíð, meðan fólkaflokkurin sat í landsins leiðslu.Hesr fóru til Ísland at arbeiða, bæðii á sjógv i og landi, eins og nógvir fóru við týskum og bretskun trolaruma.

Aftur hesaferð gjørdi landsstyri undir leiðslu Petur Mohr Dam sála, eitt líka stórt bragd, í og við, at hann saman við Dønum fekk sett á stovn 60 millionagrunnin.

Frá at hava ein ótíðarhóskandi fiskiflota, fíggjaði 60 millióngrunnurin eina røð av nyggjum fiskiskipum, mest línubátum, sum gjørdust krumtappurin undir framtíðar flakavirkisvinnuna.

Hetta hevði við sær, at Føroyska samfelagi uppá nøkur fá ár, vinnuliga var flutt áratíggjir fram. Arbeiði varð til allar hendur, ja skúlabørn runt alt landið fingu í summarfríðtíðini eisini ágóðan av, at arbeiða á flakavirkjunum runt landið.

Mótvegis fólkaflokksungdómi Huxa hevur undirritaði liva í tátíðar samfelagnum, tá ognarleys, í millum annað tey íð fostraðu meg upp ,vóru noydd at standa við húgvuni í hondini. mótvegis tí fíggjarligu elituni í míni heimbygd.

Vóni ikki, at eg ella børn og abbabørn míni koma at uppliva tann stættarmun ið eg upplivdi, tá eg var á sama aldri sum tey í nú umboða Huxa. Men samstundis má eg ásanna, at vit eru gott á veg til tað aftur.

Frank Davidsen