Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Egna Einglasong í Himmiríki

Jóannes N. Dalsgaard og John Johannesen, tosaðu herfyri í SvF, um kanningina hjá Gammeltoft, og møguliga revsing til løgmann. Báðir tveir vóru samdir um, at løgtingið kundi reisa ákæru, men tað er beinleiðis skeivt. 

Løgtingið reisir ikki ákæru, men kann melda løgmann til fútan, sum so skal viga tilfarið hjá Gammeltoft eftir revsirættarligum grundreglum fyri at vita um revsisak kann reisast ella ikki. 

Trupulleikin er bara, at fútin vildi als ikki reist eitt revsimál á so veikum grundarlagið, og tað svarar til, at verða reinsaður fyri missálit í løgtinginum.

Kringvarpið vil so fegið hava ein politiskan dóm, og so er tað líka mikið um hesin politiski dómurin stendur mát við lógarbrotið ella ikki. 

Tað gongur ikki, sum John Johannesen, segði, at leita eftir vinnarum og taparum í slíkum málum.

Skil má vera í gallskapinum.

Men knappliga kom ein sokallaður serfrøðingur, Jógvan Mørkøre, sum ketta upp úr høvdatrogið, og helt tað vera rættast, at Jørgen Niclasen, sjálvboðin skuldi leggja frá sær !?? Hví skal Jørgen Niclasen, leggja frá sær, aftaná, at hann bukaði KvF journalistarnar av í rættinum?! Hví heldur hesin, at nakar kann hava álit á einum so litaðum politiskur viðmerkjara? 

Øll vita, at KvF journalistarnir vilja hava nýval áðrenn landsrætturin fellur dómin, og her eru teir røttu serfrøðingarnir samdir um, at hesin dómurin verður lemjandi fyri Einglapressuna, og kann ikki annað enn at geva Jørgen Niclasen vind í seglini á løgtingsvalinum.

Tað er ófatiligt, at tey í Kringvarpinum hava skilt lítið av sínari uppgávu. 

Hoyrdi Finn Koba, í morgun siga, at hann ikki ynskti formanninum í Havnar Handverkarafelag, ein góðan morgun, tí hann hevði dittað sær at koma við einari almennari viðmerking um útlendska arbeiðsmegi, sum svar uppá boðskap úr Vinnuhúsinum. 

Lat okkum beinanvegin siga, at var talan um eitt starvsfólk í Danmarka Radio, sum kom við hasum, so varð viðkomandi sekkjaður uppá standandi fót.

Hetta vísir okkum, at tey, sum manna KvF, eru óbúgvin, mangla fakligar førleikar, og so tað mest álvarsama, hava onki uppdragilsi fingið, og halda seg eiga sína egnu einglasong í Himmiríki, og at í KvF gera tey, sum teimum lystir, um ikki endi er á teimum, sum føst hond heldur í.