Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hilmar Augustinussen, nevndarlimur

Égalité og maktin í Føroyum

Kom at hugsað um hetta, eftir at eg las eina ferðafrásøgn, ið ein amerikumaður hevði úr Íslandi. Frásøgnin var nøkulunda hendan. Eftir at hesin amerikumaður hevði koyrt runt Reykjavík og sætt tað mesta, vildi hann hava at vita, hvat túrurin kostaði. Førarin peikaði á taxametrið. Ferðamaðurin gav honum peningin og vildi so leggja eitt ”tip” omaná, tí hann helt føraran duga sera væl at greiða frá, og tað gjørdu tey altíð ”over there”.

Hilmar Augustinussen, nevndarlimur í Starvsmannafelagnum skrivar

Nei takk, segði førarin. Tað er við í prísinum. Hetta undraði ferðamannin, ið vildi vita meira. Her í Íslandi, segði førarin, er løn og tip við í gjaldinum. Tí tað er í landsins áhuga, at eg fái nógv mikið í løn fyri tað, eg geri. Um eg og hinir førararnir hava pening at gjalda við, so fara vit til handils og hava ráð at keypa . Tað er gott fyri handilsmannin, ja fyri øll.

Tricle-Down teoriin, sum var grundgevingin fyri ´stóra´ skattalættanum, ið undanfarna samgonga gjøgnumførdi, er tað, ið millum fleiri búskaparfrøðingar, verður kalla, ”laissez-faire kapitalisma”. Tað merkir, at lættin ikki bert fór at gagna teimum best løntu, sum hann var beinleiðis ætlaður, men okkum øllum, tá avtornaði. Regnar tað á prest, dryppar á degn. Soleiðis skuldi tað ganga. ´La gó´kapitalisma.
 
Trupulleikin er bara, at um tú longu eigur 6 frystiboksir og ditto vaskimaskinur, hvat ger tú so við yvirskotið? Neyvan verður bara keypt okkurt, bara fyri at keypa. Nei, í staðin verður peningur investeraður í útlandinum. Vekk úr landinum. Alt ov risky at vera í Føroyum.
 
Úrslitið var, eftir míni meting, ein heilt minimalur vinningur fyri land og fólk. Men tað eru nógvir pengar í landinum, siga fólk. Men var tað nú skattalættin, ið gjørdi tað?
 
Nú havi eg ikki lisið so nógv um búskaparfrøði, sum teir í seinastu samgongu. Men eg havi so lært eitt, og tað er, at um peningur skal út í samfelagið, so nýttar ikki at geva teimum, ið longu hava nóg mikið uppaftur meira, sum seinasta samgonga gjørdi.
 
Hinvegin, varð skattalættin givin til lægstu lønirnar so bleiv helst ráð til egnan bústað fyri fyrstu ferð, ella kanska tann fyrsta bilin, ella okkurt annað. Peningurin hevði farið í umfar í Føroyum.
 
Men hetta stóð ikki í lærubókini hjá undanfarnu samgongu. Tí menninir, ja tað vóru í veruleikanum bara teir, ið bestemmaðu, vildu heldur dríva laissez-faire kapitalismu. Og so: la gó.
 
Amerikanski heimspekingurin, natúruvísindamaðurin og søgufrøðingurin, Noam Chomsky, vísir í sinum bókum á, at tað eru ikki tey ríku ella super ríku, ið dríva samfelagið, men tey miðal- og lágløntu. Og samstundis vísir hann eisini á, at hesi ríku ella super ríku, royna alt tað tey kunnu at minka um demokratii, fyri at kunna verða sitandi við valdið.
 
Ja, so vítt var tað komið, tá ið ”Neo Kapitalisman” valdaði over there, at talan var um at geva partafeløgum valrætt. Tí hesi vóru so umráðandi fyri samfelagið. Hugsið tykkum, at TF Holding, Bakkafrost, Varðin, JFK, SMS ella timburhandlarnar fingu valrætt ?
 
Aristoteles segði fyri meira enn 2100 árum síðani ”Javni út!” so verður friður. Kanska sá hann eina gongd, ið gjørdi enda á Athen, ella Sparta.
 
Hví so yvirskriftina Égalité og maktin í Føroyum?
 
Hvør var møguliga orsøkin til uppreisturin ella kollveltingina í Fraklandi? Var tað kanska tí, at nakrir fáir, so sum Sólkongurin, vórðu so blivnir so stórir, at teir vóru líkaglaðir við fólkið?
 
Royna okkara ”stóru” menn nú at skapa ein yvirklassa her á landi. Ein yvirklassa, ið fær løgtingið, ið eigur at verða fólksins at dansa eftir síni pípu. Hava teir longu fingið valdið á ymsum politikarum, eisini í bygda- og býráðunum?
 
Vóni tað ikki. Neo kapitalistarnir hava gjørt nóg stóran skaða aðrastaðni. Og tað verður vónandi ikki uttan svørðsslag, at laissez-faire kapitalisman sleppur at gera um seg her á landi.
 
Men so krevur tað, at vit hava politikarar, ið umboða fólkið og ikki kapitaláhugamál. Politikarar, sum veruliga arbeiða fyri fólkið og ikki bara eru strámenn fyri vinnulig áhugamál.
 
Teir komandi dagarnir fara at vísa hvør, ið veruliga hevur valdið her á landi.