Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eg var svangur og tystur, og tit góvu mær at eta og at drekka, og tit hýstu mær

Frelsunarherurin og Tórshavnar Býráð hava saman gjørt heimleysum eina hitastovu. Ein fyrimyndarlig og góð kristin gerð, sum av røttum eigur at fløva mangt hjarta.

Frelsunarherurin hevur – síðan eg var lítil smádrongur fyrst í 50'unum – havt eitt fast pláss í mínum hjarta. Í fyrstani fylti harmonikutónleikurin og vøkru sangirnir mest, men við árunum fylti teirra praktiserandi kristindómur nærum alt: næstrakærleikið - ikki einans í orðum, men sanniliga eisini í gerðum, soleiðis sum kristindómurin eisini av røttum eigur at virka og koma til sjóndar í tí dagliga millum manna. Teirra góðu gerningar blivu og blíva eins og bjørt ljós, ið lýsa fyri mongum, ið av einihvørjari orsøk eru havnaði á lívsins skuggasíðu. Og hetta er upplyftandi, læruríkt og sera stimbrandi fyri mong at gerast vitni til.

At menniskju kunnu enda á lívsins skuggasíðu hevur sínar (ymisku) orsøkir, og í teoriini kundi/kunna vit øll enda har, um umstøðurnar vilja okkum so. Hinvegin kunnu vit takka okkara Guði og Skapara, okkara foreldrum og annars góðum fólkum, sum vit møttu ella møta á lívsleiðini, um vit eru so heppin at hava fingið sæti á lívsins sólsíðu. Og síðani kunnu vit eftir førimuni rætta teimum, ið farin eru inn í skuggan, eina hjálpandi hond og á tann hátt tendra eitt lítið ljós, ið kann birta teimum eina lítla vón um, at tey hóast alt eiga onkran, ið teinkir upp á tey, og sum vil teimum væl.

At Frelsunarherurin og Tórshavnar Býráð í felag hava avgjørt at byggja og reka hitastovu fyri heimleys er eisini ein av ljósins vøkru og kristnu næstakærleiksgerningum, sum vit eiga at hava stóra virðing fyri. Vónandi verður hitastovan eitt vælsignilsi fyri tey, ið treingja til eitt stað at vera í dagtímunum.

Lat meg at enda leggja aftrat, at nú so nógv tos er um at byggja íbúðir til ymiskar bólkar, loyvi eg mær so inniliga, sum eg kann, at heita á ábyrgdarmyndugleikarnar og biðja teir um at minnast til tey heimleysu. Latið eisini tey kunna fáa tak yvir høvdið í einum góðum, tryggum heimi, - har tey kunnu verða inni ella úti eftir egnum tørvi - og fái teimum neyðugan menniskjansligan stuðul, soleiðis at - ið hvussu so er - nøkur av teimum kunnu finna vegin aftur úr vónleysa kyksendanum inn á hellubotn. Hetta skuldi ikki verið ómøguligt at framt í verki, tí kærleiksgerningar kunnu – eisini á okkara døgum - skapa undurverk. Leggjast skal aftrat, at vit eiga at fremja góðu gerningarnar í sama anda og við somu kraft, sum vit høvdu ynskt og biðji til, at onnur høvdu gjørt, um tað vóru vit sjálvi ella onkur av okkara kæru, ið vóru fyri tí hørðu lagnu at verið heimleys.

Gera vit tað, so er - við Guðs hjálp, - málið longu í eygsjón. Tað nýtist ongum at ivast í.

Dagfinnur Danbjørg.