Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eg trúði alt var í lagi

Tað er skilligt, at øll menniskju sum vraka gleðiboðskapin um Jesus, eru ávegis inn í æviga fortaping. Hinvegin virkar orð Guds skelkandi fyri samkomu Guds, at mong teirra millum, sum eitast at vera kristin við persónligum náðigávum, tann eina dag skulu standa uttanfyri ríki Guds.

Tað átti at verið sjálvsagt, at Himmalin er staðurin fyri alt fólki. Og Helviti mugu øll sleppa sær undan. Týdningarmiklasta avgerðin í lívi okkara, er tískil hendan, at hvør einstakur letur Gud føða seg av nýggjum. (Jóh. 3). Ein endurføðing til eina livandi vón við uppreisn Jesu Krists frá hinum deyðu. (1. Pæt. 1).

Orð Guds lærir, at mong menniskju halda seg vera á veg ímóti Himlinum og eru tað ikki. Niðanfyri, er endurgivin ein upplýsing úr orði Guds, ið uttan iva, er ein tann mest álvarsami boðskapurin til ófrelst menniskju, ið tykjast at liva eitt gudiligt lív. Ein álvarsom áminning til hvønn tann, sum heldur seg vera trúgvandi og er tað ikki.

“Ikki ein og hvør, sum sigur við Meg: "Harri, Harri!" skal koma inn í ríki Himmiríkis - nei, tann, ið ger vilja Faðirs Míns, sum er í Himli.” (Matt. 7, 21). Hesin teksturin ber týðiliga boð um, at hesi menniskju, slett ongar kristiligar fruktir framleiða. Tey verða bólkað saman við teimum, ið framleiða ringar fruktir. Endin verður ræðuligur, tí hesi verða øll høgd niður, sum trø og kastað í eldin. (Matt. 7, 19). Samleiki teirra er í andsøgn við satt kristiligt lív og ikki samsvarandi kristiliga málinum, sum muður teirra dúgliga talar. Uttan iva eru hesi meira og minni “hoyrarar” orðsins, men ikki gerarar tess. Um vit bert eru hoyrarar tess verða vit dárar. (Ják. 1, 22).

Fólk lesa og granska orð Guds á ymiskan hátt. Men, eru vit ikki gerarar orðsins, verða vit býttislig í okkum sjálvum. Einans at vera bíbliugranskari ella bíbliuáhoyrari, er ikki ein endaligur kapittul í kristna lívi okkara. Gud krevur eina reaktión. Tað er, at gera vilja Hansara! Um áhoyrarin ikki ger, sum Gud sigur, stendst einki úrslit burturúr. Um gleðiboðskapurin ikki sleppur inn, er móttøkan stongd. Ein stongd móttøka móttekur púrt einki. Og tá kunnu vit heldur ikki vænta frelsu við trúgv í náðigávu. Tí, móttøka og trúgv fylgjast altíð at. (Joh. 1, 12). Endin á slíkum kann samanberast við ein, ið stoytir vatn á gæs. Tey eru ikki farin inn um hitt tronga portrið og sostatt ikki blivin frelst enn. (Matt. 7, 13). Folkens, trúboðaravirksemi er sambært orði Guds ikki eitt doyggjandi yrki. Ongantíð áður hevur tørvurin verið størri, at prædika orð Guds. At siga menniskjum allan sannleikan um ætlanir Guds. Um synd, náði, fyrigeving, frelsu og ævigt lív. Um Hansara vreiði og dóm yvir alt órættvísi og gudloysi. 

Í eygum Guds er hin avgerandi munurin hesin: (1) annaðhvørt gert tú vilja Guds ella (2) fylgir tú tínum egna vilja. Tað fyrra førir í ríki Himmiríkis og tað seinna førir í eldsjógvin. At ákalla navn Harrans í tíð og ótíð, og ongantíð gera vilja Hansara, má roknast sum sjálv tilveran av falskari játtan. Eingin verður frelstur einans av, at tosa um trúnna og møguliga játta sína trúgv. Men, tann sum bæði hoyrir og ger vilja Harrans, tað er tann, sum veruliga gevur sítt lív til Harran Jesus. Næsta úttalilsi frá Jesusi er sera rannsakandi og forma, sum ein sera viðkomandi spurningur, ið beinleiðis er rættaður til menniskju, ið rópa “Harri, Harri!” Hesi eru ólýðin menniskju, sum møguliga eru langtandi og halda ella ynskja alt verða í lagi.

“Men hví kalla tit Meg: "Harri, Harri!" - og gera ikki tað, sum Eg sigi?” (Luk. 6, 46).** Teksturin er rámandi og avdúkar øll menniskju, ið boðskapurin er ætlaður til. Harrin Jesus ger skjótt av og spyr hin avgerandi og rannsakandi spurningin, ið ófrávíkiliga roynir játtandi trúgv okkara. Eins og hin fyrri teksturin í Matt. 7, 21, undirbyggir hesin teksturin, at trúgv og gerningar eru samanhangandi og ikki skild sundur. Tað snýr seg um, at vera ein kristin og ikki halda seg vera kristnan. Fyri ordans skyld, skal eg vísa á eitt hóskandi dømi, sum vónandi kann greina spurningin í tekstinum betri.

Dømi: Í gomlum døgum hevði eitt kongsríki stórt vald og til tíðir fullkomið vald á øllum økjum. Við tíðini hava slík ríkir laga seg til aðrar skipanir, sum t.d. tingræði ella parlament. Hetta hevur ført við sær, at “guddómliga” kongsvaldið í til dømis Bretlandi, í roynd og veru, hevur mist politiska vald sítt. Bretland er eitt sokallað “constitutional monarchy.” Í dag hava bretar eitt kongaligt yvirvald við eini drotning, ið situr á trónuni – umgird av síni dýrd. Men allar avgerðir verða framleiddar og tiknar í tinginum. Í hesum samanhanginum, er bæði valdið og funktiónin hjá drotningini minkað til lógásettar undirskriftir. Altso, drotningin situr í hásætinum, meðan umboðandi politikarar taka allar avgerðir og stýra Bretlandi.

Ynski mítt við døminum er hetta, at tú ikki innrættar andaliga lív títt soleiðis. Tað má ikki koma fyri, at tú verður vaktur upp til dóms tann eina dag og hoyrir Jesus endurtaka Luk. 6, 46. Vandin er hesin, at fólk seta á stovn sítt egna konstitutionella kongsríki í hjørtum sínum. Og soleiðis liva tey villeidd undir heitinum “kristin fólk.” Mong teirra mótmæla neyvan, at Jesus Kristus er kongur, so leingi tey sjálvi, bæði stýra og taka allar avgerðir í lívi sínum. Mest sannlíkt hoyrdu hesi orð Guds meðan tey livdu. Men, tey vóru ólýðin og gjørdu ikki tað, sum orð Guds bað tey gera. Tey vildu sjálv ráða og vrakaðu sostatt kongin, okkara Harra og Frelsara – Jesus Kristus! At vraka kongin, Hansara vald í Himli og á jørð, og taka lógina í egnar hendur, er einasta sokallaða deyðsynd, ið til er. Næstu ørindini eru rætt og slætt ein sorgarstandur fyri hesi menniskju.

“Mong skulu siga við Meg hin dag: "Harri, Harri! Hava vit ikki profeterað við navni Tínum, rikið út illar andar við navni Tínum og gjørt mangar kraftargerðir við navni Tínum!" Og tá skal Eg vitna fyri teimum: "Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá Mær, tit, sum gjørdu órætt!" (Matt. 7, 22 - 23)

Tað er einki minni enn ein sorgarsøga, at mong menniskju í hugaheimi sínum, halda seg gera vilja Harrans, og sum í eygum Hansara eru deyðir gerningar. Tað kann tykjast sera óskiljandi, at so mong játtandi og tó kraftarleys menniskju, júst halda seg kunna profetera, reka út illar andar og gera kraftargerðir ella onnur undurverk í heilaga navni Jesusar. Men djevulin er ein serfrøðingur á økinum og framleiðir hópin av eftirgjørdum fyribrigdum. Til dømis, ymsar villleiðandi sálarligar og andaligar fyrikomingar, sum verða fataðar av okkara sansum og viðgjørdar náttúruliga í holdinum. Illa slepst undan, at mangir falsarar profetera yvir einstaklingar, samkomur og heilar tjóðir. Og soleiðis verða mong villeidd av mongum følskum profetum.

Alt sum verður lagt afturat ella trekt frá orði Guds má roknast, at verða falskt. Frágreiðingar og staðfestingar í orði Guds, sum verða “kókaðar” umaftur og misbrúktar úr bíbilska samanhanginum eru fullkomiliga óneyðugar og villleiðandi. Øll fyribrigdir, sum ikki eru umtalaði í orði Guds, skulu eisini takast við størsta fyrivarni. Harafturat áttu øll kristin, at vita hetta, at fleiri av náðigávum ápostlanna í Nýggja Testamenti, írokna serligu náðigávuna “ápostul”, vóru neyðugar fyri jødanna skuld og fyri at fullfíggjað Nýggja Testamenti. Tað vil siga, fullfíggjaða orð Guds til okkara.

Hvussu villleiðandi og vandamikil er ikki persónligi standurin hjá mongum følskum “kristnum” ella hin falski átrúnaðarligi áhugin hjá menniskjum, sum halda fast við sínar heimagjørdu trúarjáttanir og krevja sín rætt, at verða børn Guds og eru tað ikki. Og sum við egnari megi og ella djevilskum íblástri framleiða eftirlíkningar, ið skulu eitast, at verða persónligir berarar av náðigávum Heilaga Andans og eru tað ikki.

Ígjøgnum hópin av fjølmiðlum avdúkar okkara samtíð, fleiri avlagingar av bíbilska sannleikanum. Vavi er sera sjónligt og klætt í rangir lærarar, vantandi læru og misskilta læru, sum strekkir seg um allan heimin. Ein andalig herferð, ið umfatar tað mesta innan likamligar listir og andaligan íblástur frá tí ónda. Sálarfíggindin herjar á øll menniskju og eltir sálirnar við síni villleiðing – írokna høgt elskaðu samkomu Guds. Og slík herferð lættir ikki um trongdina hjá teimum, ið veruliga eru børn Guds. Nýggja Testamenti ávarar greitt og týðiliga, um villleiðandi innrásina á síðstu døgum, sum longu virkar og er tiltakandi í heiminum. Sí nærri kunning um hetta í (2. Tess. 2, 8 – 11). (1. Tim. 4, 1 – 4). (1. Jóh. 4, 1 – 3).

Vit síggja, at orð Guds ávarar um framtíðina. Okkara samtíð er uttan iva partur av síðstu klokkutíðini, tá alt fær ein enda. Í áðni lósu vit um “hin dagin,” tá øll tey sum spotta Heilaga Andan og misbrúka navn Jesusar verða avdúkaði. (Matt. 7.22). Hesin dagurin gevur okkum varhuga av einum komandi dómadegi, sum eisini er væl lýstur, aðrastaðni í orði Guds. Matt. 7, 23 boðar frá, at tann dagin verður úrskurður Harrans øgiligur og ljóðar soleiðis: “Eg havi aldri kent tykkum; farið burtur frá Mær, tit, sum gjørdu órætt!" At kanna sær ognarrættin til gávur Heilaga Andans og samstundis ikki gera vilja Harrans, verður rokna sum, at havast við órætt. Í upprunaliga bíbliutekstinum verður orðið “órætt” umsett til lógloysi. Tað vil siga, at tænasta gjørd í navni Harrans, sum Harrin sjálvur ikki hevur givið boð um, verður rokna sum andaligt lógloysi.

At játtað persónligu trúgv sína á Harran Jesus og samstundis liva eitt syndugt lív verður avdúka á dómadegi, og rokna sum svik og hykl. Soleiðis er trúarjáttanin virðisleys, um hon stendur einsamøll. Tað er ein ræðandi tanki, at mong menniskju siga seg verða á rættari leið og hóast alt fara fortapt. Men, dómar Guds eru rættvísir. (Op. 19). Tí, “gudiliga” leið teirra, var einans tóm orð – uttan lív frá, í og saman við Kristusi. Og tað vísir seg, at tóm orð uttan lív, eisini søkja samkomu Guds har børn Guds savnast. Tað er sera harmiligt, tá tómar mannasálir, har tóm orð rísa upp úr tómum hjørtum, verða hildnar ella blandaðar við, at verða partur av samkomu Guds. Hinvegin kunnu vit siga, at hvør tann sum hoyrir orð Kristusar og ger eftir teimum, móttekur Kristus í hjarta við trúgv. Tástani roknar Gud menniskju sum børn síni, sínir arvingar og samarvingar Kristusar. (Róm 8). Hesi hava fingið til uppgávu, at tala alt ráð Guds í samkomu Guds og fyri øllum heiminum.

Heimurin er fullur av langtandi menniskjum, ið meira og minni kalla Jesus fyri Harra. Fleiri vísa enntá persónligar kenslur í samskiftinum um Hann. Orsøkin til júst hendan trupulleikan, er tann sama sum áður nevnt. Frá einum bíbilskum sjónarhorni til eitt annað, kunnu vit staðfesta, at hesi ongantíð, ongantíð hava vent syndini baki og givið seg undir vald Kristusar. Sostatt verða tey aldri lýðin hinum almáttuga Gudi í hægsta himli. Samkomur um allan heimin húsa slík menniskju. Og tí verða vit ámint í 2. Kor. 5, um at rannsaka okkum sjálvi. Ein persónlig rannsakan, um eg veruliga nakrantíð havi tikið ímóti Jesusi við trúgv. Eitt er vist, um Jesus Kristus ikki býr í mær, standi eg ikki royndina “hin dagin!” Og fari sostatt av egnum atvoldum fortaptur.

Ein partur av sannleikanum er hesin, at ein dagur upp rennur, tá Jesus skal siga hetta við mongu einstaklingarnir í profetisku frásøgnini í Matt. 7: “Eg kenni teg ikki!” Hetta merkir ikki, at Jesus ikki veit hvør tú ert. Týdningurin er hesin, at einki andaligt samband er ímillum Kristus og tey mongu glataðu. Tey livdu ikki eitt inniligt trúarlív í Kristusi her á fold. Matt. 7 málar frammanfyri eygum okkara uppskriftina um frelsu og glatan, lív og deyða. At vit mugu brúka oyru okkara og hoyra og gera eftir orði Guds. At byggja lív okkara á Kristus. Og teir sum prædika gleðiboðskap Guds hava fingið álagt stóra ábyrgd á herar sínar. Prædikur mugu innihalda andaligar umvælingar av hoyrnini hjá almenninginum. Og prædikur mugu upplýsa, vegleiða og gagna teimum, ið fullkomiliga hava mist hoyrnina í heiminum. Ein vaksandi og sera ágangandi og hóttandi vandi er íkomin síðstu árini. Vandin er hesin, at mong detta í felluna hjá víðgongdum gudloysingum. Um so er, tá økjast sannlíkindini ógvisliga, at tú permanent missir oyruni. Um hesir sleppa framat valdinum, við sínum ringu ranglærum, verða øll sunn kristin virðir systematiskt burturbeind. Og sjálv keldan, ið skapar meiningina við tilveruni verður oyðiløgd. Víðgongt gudloysi rúmar ikki kærleika Guds og loyvir heldur ikki kristnum morali í samfelagnum. Gudloysi hevur onga skilagóða rættvísgering av sínum gudleysu áskoðanum og fáfongdu virðum. Gudleys hugtøk, ið eru ætlaði, at byggja samfelag við, hava altíð við sær ein sera høgan kostnað. Slíkt vil altíð oyða sunnu bíbilsku hugtøkini, fatanirnar og moralin. Tí, víðgongt gudloysi er óforskammað og ger uttan himpr uppreistur ímóti Gudi og kristna samfelagnum, sum heild. Men tann, ið skammast við Harran Jesus og orð Guds, skal Jesus skammast við “tann eina dag.”

Um føroyingar við tíðini eftirlíka gudleysum kreftum, endar heimland mítt í vandabólkinum millum aðrar gudleysar tjóðir. Okkara tjóð verður soleiðis við til, at uppfylla bíbilsk profeti á síðstu døgum. Endin verður hesin, at Gud roknar føroyingar, sum eitt gudleyst fólk, sum livir í moralskum lógloysi. Góði, áðrenn tú vart føddur, visti Gud um persónliga vandan hjá tær, at tú møguliga ikki fór at seta álit títt á Hann. Men, orð Guds lærir greitt og týðuligt, at øll menniskju hava fingið evnini, at rúma álit Hansara. Álitið er gáva Guds – Jesus Kristus. Tað snýr seg ikki um, at tvinga menniskju óvilja í Kristus og øvugt. Nei, alt snýr seg um eina áhaldandi innbjóðing, at bjóða menniskjum Kristus í hjarta. Í kærleika Guds við bøn, prædiku og verki, at verja fólki ímóti oyðandi og niðurbrótandi virksemi. Og undir ongum umstøðum geva djevlinum rúmd í høgt elskaða heimlandi mínum. 

Góði elskaði lesari, mátti ávøkstur Heilaga Andans t.e. 1. kærleiki, 2. gleði, 3. friður, 4. langmóð, 5. mildleiki, 6. góðska, 7. trúfesti, 8. spakføri og 9. fráhald ognast tær í hjartanum. Hetta er Gud førur fyri, at gera við Anda Sínum í og gjøgnum tey, sum bæði liva í Andanum og lata atburð sín vera í Andanum. Góði, føroyska samfelagi kann av sonnum frøast yvir hetta, at húsa himmalborgarum við førleikum Heilaga Andans á hægsta støði. (Gal. 5).** Men verk holdsins eru opinber; tey eru: 1. siðloysi, 2. óreinska, 3. skammloysi, 4. avgudadýrkan, 5. gandur, 6. fíggindskapur, 7. klandur, 8. kappingarhugur, 9. vreiði, 10. stríð, 11. tvídráttur, 12. flokkadráttur, 13. øvund, 14. morð, 15. drykkjuskapur, 16. svirr og annað tílíkt. Hetta eru tíverri viðføddir eginleikar. Og verða vit ikki frelst við Kristusi frá syndiga trældóminum, versnar atburðurin við tíðini. (Gal. 5).

Tað er eyðsæð, at eitt kristiligt lív, har ávøkstur Andans valdar, er fullkomiliga í andsøgn við hin lívsháttin, har verk holdsins valda í menniskjum. Ávøkstur Andans inniheldur 9 útbúgvingar- og førleikatreytir úr Himli. Verk holdsins innihalda 16 viðføddir førleikar, ið eru framleiddir av djevlinum og ein vanlukka fyri allan heimin. Ávøkstur Andans er fyrst og fremst gagnligur fyri Himmiríki og harnæst ein signing fyri alt fólki í heiminum. Ávøkstur Andans er ein himmalsk góðska, ið heimurin ikki eigur og veruliga hevur tørv á. 

Um tú veruliga ert ein kristin, tá er fylgjandi galdandi fyri lív títt: “Óansæð um tú ert tingmaður ella lærari, løgfrøðingur, búskaparfrøðingur, samfelagsfrøðingur, lækni, o.s.fr. Og óansæð um tú starvast innan privat ella alment virksemi, krevur Gud hin alvaldi av tær, at tú í øllum lutum hoyrir og ger eftir boðum Heilaga Andans.” Góði, lat okkum byggja land okkara við ávøkstri Heilaga Andans og ikki grunda samfelagið á verk holdsins. Ikki allir siðir, lívsháttir, størv og útbúgvingar eru til gagns fyri hin frelsta og umhvørvi hansara.

Ein gjøgnumgangandi grundregla í orði Guds lærir hetta, at alt sum Gud ger, verður gjørt til Hansara egnu dýrd. Og soleiðis lærir orð Guds, at atburður hins frelsta, er til fyri dýrd Guds. Sum heild, eru hesi viðurskifti rættað og fingin í rættlag í 1. Kor. 10, 31 – 33. Alt lív mítt eigur at verða Gudi til dýrd og menniskjum til frelsu. Og Gudi veri allur heiður, æra og tign yndisliga vøkur í aldur og allar ævir! Eg viðmæli lesaranum, at granska í orði Guds um evnið. Hvørs innihald, týdning og avleiðingar tað hevur fyri einstaklingin, hjúnabandið, familjur, fyritøkur og heil samfeløg, ið annaðhvørt lata verk Andans ella verk holdsins ráða í persónliga lívi og gerandisdegi okkara..

Á sama hátt, sum í undanfarnu blaðgrein míni “Har vegirnir krossast,” ið snýr seg um tronga og víða portrið, skal eg enda við hesum fáu orðum: “Tað er hjartans ynski mítt, at tú loyvir boðskapinum vekja og frelsa teg. At tú skalt seta persónliga álit títt á Gud og Sonin, Jesus Kristus. Og lata Gud uppbyggja, áminna og troysta teg ígjøgnum sítt heilaga sannleiksorð. Amen!”

Við ynski um Harrans ríku signing í komandi árinum!

Blíðastu heilsanir

Ragnar Ludvig

www.ragnarludvig.blogspot.com