Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eg takki fyri meg sum formaður í Sambandsflokkinum

Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri politikki og gjørdist eg virkin í Sambandsflokkinum mitt í 1990´unum. Míni politisku hjartamál hava sjálvandi havt samband við stevnuskrá og politikk Sambandsfloksins.

Dreymarnir og ynskini um at gera nakað gott fyri føroyska samfelagið hevur altíð staðið ovast í huga mínum, og tað er hetta, sum hevur lagt grundarlagið undir mína politisku starvsleið, og eisini fylgt mær á leiðini. 

Tí tók eg eisini av at gerast formaður í Sambandsflokkinum í 2004. Hetta varð byrjanin til mína veruligu politisku starvsleið. Seinni í 2008 gjørdist eg løgmaður og landsins evsti politiski leiðari.

Tað at vera í politikki merkir m.a., at ein sum politikari fær eitt álit frá veljarunum, sum ein skal liva upp til og brúka við virðing fyri fólkaræðinum og tí samfelag, sum ein verður settur at leiða og stýra. Talan er um politiskar uppgávur og álitsstørv, sum eg í allari eyðmjúkheit havi røkt eftir bestu sannføring og í bestu meining.

Tað hevur kravt nógva orku og tíð at fylgja politisku visjónunum og røkja politisku leiðsluuppgávurnar, og halda Sambandsflokkin á ovastu rók.

Men tað hevur eisini verið sera spennandi og gevandi at røkja hesar politisku leiðsluuppgávur og álitisstørv, og eg havi havt nógvar góðar løtur saman við mínum politisku starvsfeløgnum og møtt nógvum fólkum, bæði her í landinum og í útlandinum. Eisini hevur politiska arbeiðið í allar mátar verið sera læruríkt. 

Tað verða tær positivu upplivingarnar, sum koma at standa eftir í minninum, hóast mótgang og stríð og strev í arbeiðinum.

Nú er tíðin komin at lata nýggj fólk sleppa framat í leiðsluni í Sambandsflokkinum og fari eg við hesum at takka fyri meg sum formaður.

Fyri framman stendur ein nýggj tíð og eg fari nú at røkja løgtingsarbeiði og halda fram við mínum politiska arbeiði og gera mítt til, at Sambandsflokkurin gerst ein sterkur flokkur, sum framhaldandi myndar føroyskan politikk. 

Fari at nýta høvið hjartaliga at takka øllum teimum 603 veljarunum, sum persónliga vístu mær álit á løgtingsvalinum.

Eisini fari eg at nýta høvið at takka familju og vinum, sum alla tíðina persónliga hava stuðlað mær, tá tað hevur leikað harðast á.

Við vón, um at tað má gangast okkum øllum væl í Føroyum.

Vinaligar heilsanir

Kaj Leo Holm Johannesen