Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eg lovi at gera mítt besta

Heðin er áhaldandi sum fáur. Hann er íðin, snúðin og leggur nógv fyri. Hann umboðar kommununa av heilum hjarta og hevur serstøk evni at lofta sær í politiskum leikum og roki, segði Jógvan Arge, m.a. í røðu sínari á samkomu fyri Heðini Mortensen, sum hevur verið býráðslimur í 40 ár.

Jógvan Arge:

Røða á 40 ára móttøku fyri Heðini Mortensen sum býráðslimi 1.2.2013. Eg lovi at gera mítt besta eru inngangsorðini í skótalyftinum hjá Skótaliði Sigmunds Brestissonar. Hetta lyfti var á hvørjum ári borið hátíðarliga fram av øllum skótum við legubálið uppi í Varðaholuni Santa Jørunds dag.

Millum teirra var tann blaðungi Heðin Mortensen, sum miðskeiðis í fimmtiárunum flutti úr Trongisvági til Havnar og skjótt fall til millum sínar javnaldrar í býnum. Kongabrúgvin, Krókabrekkan, Glaðsheyggur og Abbatrøð vóru skjótt sum Mekka fyri hann, og har fann hann sínar fyrstu vinir.

Millum skótarnar tá vóru allir dreingirnir í Krókabrekkuni og aðrir í grannalagnum. Helst fingu teir Heðin við niðan í ta nýggju prýðiligu Skótahøllina við Havnará, sum avloysti gamla speidarahúsið á Bakkahellu.

Skótalyftið var eitt tað fyrsta, tú skuldi duga: “Eg lovi at gera mítt besta fyri altíð at halda skótalógina, altíð at hjálpa øðrum og í einum og øllum at vísa meg sum ein rættan skóta”.

Kanska er hetta einasti eiður, sum Heðin Mortensen hevur svorið. Setningurin “altíð at hjálpa øðrum” rann mær í huga, tá býráðið bað meg um at siga nøkur orð á hesum degi, nú vit hátíðarhalda, at Heðin hevur sitið í býráðnum longri enn nakar annar, í heili 40 ár.

Lærlingur hjá Peturi í Gong

Í býráðshøpi tekur hann javnan til, tá á stendur, at “Vit mugu hjálpa manninum”. Hann letst at siga hetta í spølni, men eg haldi, at hetta lyndi er honum íborið og sigur nógv um hansara sinni.

Samstundis eru hetta orð, sum hann tekur upp aftur eftir lærumeistara sín, tann drúgva býráðslimin og byggimeistaran Petur í Gong, sum í áramáli í býráðnum einans er yvirhálaður av lærlinginum Heðini.

Petur í Gong var í 34 ár valdur á einum leingi sera sterkum privatlista, sum teir flokspolitisku listarnir fingu grá hár í høvdið av. Á hansara lista stillaði Heðin Mortensen fyrstu ferð upp til býráðið í 1972.

Hansara bakland var einamest Havnar Róðrarfelag, men Kaggin átti kanska eisini sín part í honum saman við øðrum góðum fólkum, so tá saman um kom, sat bilmekanikarin og maskinsmiðurin hjá Wenzel Petersen í býráðnum, einans 26 ára gamal.

Valkvøldið roknaði Heðin ikki við at verða valdur, so hann og Hjørdis tørnaðu inn niðri á Hoyvíksvegnum, áðrenn uppteljingin var liðug. Eg giti, at tað er seinasta ferðin, hann er inntørnaður í ótíð eitt valkvøld.

Síðani hevur tað gingið slag í slag á 10 býráðsvalum aftrat. Eyðkenni fyri Heðin hevur hesa tíðina verið, at hann altíð er til reiðar og á blettinum – um tað so er at greiða úlvungum frá sínum skótalívi ella stríðast við landsstýrið um Marknagilsdepilin.

Hann kom inn í býráðið sum ein óskrivað halastjørna hjá Peturi í Gong, men setti skjótt kós eftir borgarstjórasessinum. Tað bleiv ein longri ferð í Tórshavnar býráð. Hann kom at bíða í heili 32 ár.

Aðrar tíðir

Ein maður, sum hevur sitið í býráðnum í Havn øll tey seinastu 40 árini, hevur innanífrá upplivað meir um menning býarins enn nakar annar. Hann hevur havt ein fingur við spælinum allan vegin – bæði fyri og ímóti nýggjum átøkum – sum luturin hjá einum politikara jú er.

Nú er hann oddamaður fyri einum sameindum býráð í eini breiðari politiskari semju, sum fevnir um allar flokkar í býráðnum. Henni fór hann eftir, tá hann við sínum núverandi flokki hevði vunnið reinan meiriluta í býráðnum.

Soleiðis var samarbeiðslagið ikki fyri 40 árum síðani. Tá gjørdu teir politisku flokkarnir alt fyri at halda listan, sum Heðin varð valdur á, uttanfyri ávirkan.

Hetta var í eini tíð, tá politisku flokkarnir løgdu dent á at nýtíðargera kommunuskipanina og arbeiðslagið í kommununi. Teir vildu sleppa burtur úr gamla lagnum, at politikarar kundu taka týðandi avgerðir, sum ikki vóru grundaðar í fakligum sakkunnleika.

Høvuðsbrekið var kanska ikki politikararnir sjálvir, men helst líka nógv tann veruleikin, at tíðin hevði yvirhálað kommunulógina, sum ikki var endurnýggjað, síðani Havnin varð skipað sum keypsstaður í 1908.

Tá Heðin kom í býráðið, var ein nýggj kommunulóg akkurát komin í gildi. Kommunan var við stórum tøkum farin undir at leggja framtíðina til rættis. Nógvar stórar ætlanir komu á borðið og vórðu framdar til tess at umskipa og menna býin.

Tað kravdi sínar menn og kvinnur, og hetta skiftið var stundum hart. Politikararnir fingu toyggið frá illa nøgdum borgarum, og embætismenninir, sum løgdu ráðini, fingu javnan toyggið frá politikarunum.

Men nú varð býráðið valt eftir eini lóg, sum kravdi, at borgarstjórin varð valdur fyri fýra ár og ikki kundi koyrast frá í valskeiðnum. Endamálið var at tryggja støðufesti. Frammanundan kundi hann koppast á hvørjum ári, ella kanska samdust teir um at býta tey fýra árini ímillum sín.

Petur Christiansen var tann fyrsti í tí trygga sessinum, Poul Michelsen annar, Lisbeth Petersen triði, Leivur Hansen fjórði og Jan Christiansen fimti. Øll uttan Petur C vóru yngri í gøtuni enn Heðin, men tey sluppu upp á tindin, áðrenn hann slapp fram at sum tann sætti.

Long leið á tindarnar

Heðin hevur havt eitt spennandi og umleypandi lív í býráðnum. Tey fyrstu 16 árini umboðaði hann borgaralistan, sum teir sjálvir nevndu hann, men hann slapp ongantíð upp í ein meiriluta øll hesi árini. Tað kundi vera stuttligt at sita og arga í minniluta, men var neyvan nøktandi í longdini.

Í 1988 skifti hann ham. Kom í býráðið á fimta sinni, nú sum sambandsmaður, og slapp við í samgongu. Tey næstu 16 árini hevði Heðin ymsar álitissessir, eitt nú sum nevndarformaður í mentan og býarskipan og eisini varaborgarstjóri, men hann kendi seg ikki vera komnan nóg langt upp á tindin.

Eftir níggjunda valið á rað í 2004 fekk hann borgarstjórasessin í boði. Tað var ein stór freisting, men snávingarsteinarnir vóru nógvir. Tað legði hann líka í. Nú var kjansurin endiliga har.

Eftir ymsar leikir í ymsum skotum á nátt sum á degi kom hann undan kavi aftur í javnaðarhami. Hann var endaður aftur í flokkinum, har hann byrjaði sum unglingi sum medstovnari av ungmannafelg javnaðarfloksins SU. Samstundis var hann endiliga blivin borgarstjóri í Havn í samgongu við Tjóðveldi.

Mikið rok og mikil gleimur, sum seint verða gloymd, men Heðin hertók Vaglið og fór at stjórna býnum og bygdunum við samgongunnar framskygdu og víðfevndu virkisskrá, sum síðani hevur sett sín dám á Tórshavnar kommunu. Og har situr hann trygt á sínum triðja skeiði.

Áhaldandi sum fáur

Hann er íðin, snúðin og leggur nógv fyri. Hann umboðar kommununa av heilum hjarta og hevur serstøk evni at lofta sær í politiskum leikum og roki.

Tað er eitt bragd at hava sitið 40 ár á rað í Tórshavnar býráð. Bragdið verður ikki minni av, at hann mátti stríðast fyri borgarstjórasessinum í heili 32 ár.

“Livir tú nóg leingi, so verður tú kongur av Svíaríki”, sigur eitt orðatak. Tað mugu vit sanna, at borgarstjórin hevur livað upp til.

Heðin hevur eisini livað upp til skótalyftið um altíð at hjálpa øðrum og orðini hjá Peturi í Gong í sama duri. Hann hjálpir av einum góðum hjarta á politisku útreiðslusíðuni, og roknar afturfyri við atkvøðum á inntøkusíðuni.

Tí verður tað seinur dagur, áðrenn nakar fær so dygga persónliga undirtøku frá borgarunum, sum býarins núverandi faðir – ella kongur - fekk á býráðsvalinum herfyri.

Men tak ikki feil av honum. Hann kann eisini seta føtur í spenni, og tá er hann ikki altíð líka mjúkur at strúka.

Eitt leingi livi

Fari vegna býráðið at ynskja tær til lukku við teimum 40 árunum. Tú ert áhaldandi sum fáur. Um onnur 40 ár verður tú kanska tann einasti av okkum, sum framvegis verður í býráðnum. Tá verður tú bara 105, og tað blíva fólk so javnan í dag.

Heðini dámar væl at verða sæddur, at verða umrøddur og avmyndaður. Hann hevur onki ímóti at fáa viðurkenning fyri tað, hann hevur stríðst fyri og avrikað. Tað benda øll heiðursteknini og riddarakrossarnir á.

Viðurkenning er eisini slík móttøka, sum hendan, og eitt leingi livi. Eg fari at biðja mannamúgvuna saman við mær rópa eitt trífalt livi fyri núverandi borgarstjóranum og býráðsliminum í Havn í heili 40 ár, Heðini Mortensen.