Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eg havi eitt arbeiði at gera liðugt – limunum til frama

Tað kom ikki óvart á meg, at tað í ár er lagt upp til stríðsval um formannsessin í Pedgogfelagnum, men eg haldi meg hava eitt arbeiði at gera liðugt sum forkvinna og bjóði meg tí fram til enn eitt formansskeið.  

At standa á odda fyri “Føroya sterkasta fakfelag” er eitt gevandi og týdningarmikið starv at røkja, og hetta er eitt álitisstarv, sum krevur sína kvinnu. 

At vera fakfelagsleiðari er eitt starv, sum krevur arbeiðssemi, áhuga, vit og skil, góðar taligávur, tað krevur treiskni og tol og mest av øllum krevur tað, at tú kanst balansera í konfliktfullum støðum uttan at taka konfliktirnar persónligt.
Hesar eginleikar haldi eg meg hava í neyðugt mát.

Sáttmálasamráðingar kunnu tykjast tungar, tá landsins leiðsla ofta tykist at hava tikið avgerð um úrslitið frammundan. Hóast tað kann tykjast nyttuleyst at tosa um fyrireikingartíð, viðbøtur og at orða politikkir, so eiga vit tó ongantíð at lata møguleikan fyri at argumentera fyri okkara arbeiðsumstøðum og fakiligheit gleppa okkum av hondum. 

Sama hvussu hørð mótstøðan er, so koma vit á mál, um vit royna nóg ofta og nóg leingi. Og tá lítið er at vinna, er neyðugt at brúka kreftir uppá ikki at missa tað, vit hava. Tað gongst væl í samfelagnum, so eg síggi bjart uppá komandi samráðingar.

Eitt verkfall kann til tíðir tykjast óneyðugt og órættvíst fyri einstakar limir og fyri ávísar bólkar í felagnum, men lat tað standa púra greitt, at fyri mær er eitt verkfall sterkasta vápnið, vit eiga til tess at broyta viðurskifti hjá limunum í framtíðini.

Miðvísa niðurlagingin av almennum tænastum, sum er vorðin ráðandi politikkurin í øllum Evropa, hevur eisini fingið fastatøkur á Norðurlondini og á okkara samfelag. Vit hava higartil staðið í móti hesi individaliseraðu og sjálvsøknu niðurpíning av okkara samfelagsliga virðisgrundarlagi. 

Vit hava sæð avleiðingarnar av áhaldandi byrgnaðarbroytingunum í Almannaverkinum, har tey sum eru harðast rakt, eru starvsfólkini á gólvinum, og borgararnir, sum hava tørv á hjálp og stuðli. Kommunurnar standa sanniliga heldur ikki aftanfyri, tá tað við kreativum snildum snýr seg um at hótta okkara grundarlag við umskipanum og niðurlaginum av leiðslu og normeringum. 

Tá broytingar skulu gerast, eiga vit at vera við og vísa á okkara fakkunnleika og vitan um starvsøkini og tær avleiðingar, broytingarnar kunnu hava við sær, bæði jaligar og neiligar.

Eitt savnað Pedagogfelag er sterkari enn eitt felag við fleiri smáum bólkum, tí eiga vit at ganga inn í framtíðina við einum styrktum fakfelagssamleika. Í hesum vil eg fegin ganga á odda við at skipa okkum soleiðis inni í felagnum, at øll kenna seg sædd og hoyrd, og at allir limir sleppa til orðana. 

Ein styrkt fakfelagsrørsla og eitt breitt samstarv millum fakfeløgini eru neyðug mál at seta sær í framtíðini. Tí okkum tørvar samhaldsfesti og solidaritet og ikki einstaklingahugsan og sundurlyndi.

Eitt stig á hesi leið er, at Pedagogfelagið fær eini nýggj felagshús, har rúm er fyri dagliga virkseminum umframt møguleika fyri, at tit limir kunnu savnast í okkara egnu hølum til fundar og sosial tiltøk, og har møguleiki eisini er fyri at gista.

Vit hava eina professionella og dugnaliga umsiting í Pedagogfelagnum, og tað liggur mær nær at tryggja og styrkja hesa, soleiðis at einstaki limurin, sum hevur tørv á ráðgeving og málsviðgerð, kennir seg at vera í tryggum og góðum hondum.

Seinastu árini hevur Pedagogfelagið verið alsamt meira sjónligt, bæði í miðlunum, millum fólk og ikki minst í politisku skipanini. Eingin politikari og einki landsstýrsfólk kann siga seg undan at hava noyðst at seta seg inn í viðurskiftini hjá limunum í Pedagogfelagnum. Limirnir í Pedagogfelagnum hava eisini merkt eitt sjónligari fakfelag og hava virkið tikið lut í tiltøkum av alskyns slag.

Hóast vit eru meira sjónlig í samfelagnum nú enn áður, so er nógv eftir at vinna, og við eini týðuligari og professionellari rødd út til allar limir og samfelagið sum heild, gjøgnum miðlar sum heimasíðuna, blaðið og almenna rúmið, kunnu vit styrkja okkara felag fakligheitini til frama.

Maud Wang Hansen
Forkvinna í Føroya Pedagogfelag