Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eg havi eisini sett mín hatt sum eg vil!

Setan av listaframsýning hjá Hildigunn Tausen ættað úr Hovi, í samband við hennara listaframsýning í døgunum 26 Apríl til 1. Mai í Smiðjuni í Lítluvík.

Góðan dagin!

Vælkomin tit øll til hesa listaframsýningina hjá Hildigunn Tausen, listakvinnu!

Tað er mær ein stór æra, at standa her og eisini fáa tað høvi, at seta hesa listaframsýning hjá Hildigunn er ein uppaftur størri æra.:

Tað eri eg tær Hildigunn sera takksamur fyri.

Eitt tað fyrsta, sum kom mær til hugs, tá ið Hildigunn ringdi til mín og spurdi um eg kundi siga nøkur orð og harvið seta hesa listaframsýning - var! “Vit hava nógv skapandi fólk innan málningalistina í Føroyum" ! Men, at ein listakvinna kemur úr Hovi, er mær kunnugt sera sjáldsamt, eg kenni so ikki nakran annan sum er ættaður úr Hovi og sum málar og sum sýnir listagávur sínar alment fram.

Tú Hildigunn, ert eisini tann einasta sum eg kenni í okkara familju sum er “ ein almenn listakvinna”. Onkur av mínum skyldfólkum hevur fortalt mær soleiðist og eg endurgevið " Levi góði, tú kanst fara í hvørt hús í Hovi, tí tú hevur familju í hvørjum húsið í Hovi, men far ikki har sum har sum Jehovas Vitni heldur til, tí har haldi eg ikki at tú hevur familju!

Tað eru uttan iva fleiri í familjuni hjá tær Hildigunn úr Stórhúsi í Hovi, Øravík, Økrum, ella av Miðgerða slagnum í Kollafirði, sum duga næstan líka væl at mála sum tú Hildigunn. Men tey velja kanska bara frá, at sýna listina í almenna rúminum – tað skal ikki undra meg, at so er!

Men, hetta er sera flott Hildigunn og vit eru tær sera takksom, og tú ríkar okkum øll við tínum framúr góðu listarligu gávum.

Pápin Hildigunn var Jaspur Anthon Tausen, og hann var sjómaður alt sítt lív og sigldi eitt nú við Enniberg.

Tað kann vera, at hetta er ein partur av “kunsterapini hjá Hildigunn” við atliti til eitt nú evni sum “longsulin hjá einum barnið eftir pápanum”, sum var sjómaður, sum drivir listaverkið hjá Hildigunn í nútíðini.

Eg haldi, at hetta eykennir listina hjá Hildigunn, tí eg dugi at síggja bæði Hav, Brim og føroyskar litir í nógvum av hennara málningum. Sera væl úr hondum er greitt!

Pápin var jú nógv burtur, meðan Hildigunn var barn og ung! Men lat meg siga, at tað er so bert mítt hugflog sum sigur hetta. Onkur í familjuni segði mær, at tá ið pápin kom heim, var sum at fáa vitjan av Jólamanninum, tí so sjáldan var pápi Hildigunn heima.

Eg havi kent Hildigunn í nógv ár og hon var mín námsfrøðisligi leiðari og lærumeistari á Sambýlinum Oman Hoydalar 27 í Hoyvík. Hetta var frá Mars 1996 til Januar 1997. Hon hevði so góðar gávur at læra frá sær, at tað endaði við, at eg sjálvur fór til Danmarkar at lesa til námsfrøðing. Men list bleiv tað so ikki til.

Men hugurin fyri málningalistini var eisini tilstaðar hjá Hildigunn longu tá í 1996 -97. Eg fekk sjálvur ein málning í gávu, tá ið eg gavst á Sambýlinum Oman Hoydalar 27, sum Jóannes Jacobsen, starvsfólk hevði mála.

Men hugskoti til henda abstrakta málning, átti uttan iva Hildigunn. Tað ivist eg onga løtu í – tí eg undrist framvegis yvir hví eg hugsi, hyggi at hvat málningurin sigur mær og hví hann spælir við meg hvønn dag við mítt hugflog. Hetta er eisini tað sum eyðkennir málningalistina hjá Hildigunn burturav. Har ein blívir við at síggja nakað nýtt og fordjúpa seg. Tað er ivaleyst eisini ætlanin.

Temaði hjá Hildigunn “ Eg seti mín hatt sum eg vil” kann eg so samanbera við ævnitýrisøguna hjá HC. Andersen – "Kejseren´s nye klæder" – Munurin er jú tann sami! Burtursæð frá at talan er um kvennkyn og kallkyn í báðum listarfólkunum! Tær vøkru kvinnumotivini hjá Hildigunn í málningarøðini "Eg seti mín hatt sum eg vil" , tær eru jú eisni naknar og tað er eftir mínum tykki vakurt at sjá, hóast rumpurnar eru brúnar í røðini - um onkur skuldi koma í iva!

Vit eru sum nevnt í slekt í báðar ættir, bæði gjøgnum ættina Tausen í Stórhúsið í Hovi og frá mammu Hildigunn sum er nevnd millum hovbingar “Sanna úr Øravík” Sanna var systkinabarn við Alvildu ommuna hjá mær.

Somuleiðis er Mortensen ættin í Øravík mín slekt. Oldurabbin hjá mær var Mortan Mortensen Mørk, sum var skipari. Oldurabbin var eisini giftur við kvinnu úr Hovi sum kallaðist Olivina Midjord sum sjálvsagt varolduromma mín. So har eru vit jú eisini í slekt eg og Hildigunn. Lat meg enda við at siga! – tað er eingin ivi í, at vit eru skyldfólk!

Men listarligar gávur havi eg so ongar, jú kanska eg kann syngja nakað hart! Men, um eg skal samanbera við gávurnar hjá Hildigunn, so er ikki nógv hjá mær at reypa av.

Heilt fram til 1 mai ber til at síggja og keypa listaverkirnir hjá Hildigunn her í Smiðjuni. Eftir hetta, ferð Hildigunn at sýna fram við sínum góðu listarligu gávum í Danmark. Góða eyðnu við tí góða skyldkona!

Tað er eisini, at fegnast um, at Tórshavnar kommuna hevur slíkar karmar sum Smiðjan í Lítluvík nú er. Har listafólk kunnu vísa fyri fólkum hjá Tórshavnar kommunu og umverðini sínar listarligu gávur og harvið mennist ivaleyst bæði list og listafólk til frama fyri okkara kæra land.

Nú havi eg eisini ,” Sett mín hatt sum eg vil ” til hetta listarliga høvi og eg ynski tær alt tað besta og góða eyðnu í framtíðini.

Við hesum fáu orðum vil eg seta listaframsýningina hjá skyldkonuni Hildigunn Tausen úr Hovi.

Takk fyri.

Levi Mørk