Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eg ein stóran, tú ein lítlan, tú ein lítlan, eg ein stóran

Hendan mátan at býta upp á, flentu vit nógv at fyri mongum, mongum árum síðani. Vit tóku tað fyri skemt, men,men...

Tað, ið fyrigongur innan skattaøkið í Føroyum í dag, hevur gjørt skemtið til álvara, tí skatturin verður tikin eftir frammanfyristandandi uppskrivt, tó soleiðis at tann stóri fær tann lítla, meðan tann lítli fær tann stóra.

Skatturin er - heldur enn at vera rættvísur og solidariskur - vorðin botnórættvísur grensandi til tað kriminella, sum bert kann kennast aftur í mafialíknandi umráðum, har bossarnir seta skránna og gera av, hvat rætt og skeivt er.

Tí fyriuttan skatta- og mvg-undandráttir, sum óátalaðir sleppa aftur við borðinum, so florera kapitalvinnings- og partafelagsskipanir, sum í høvuðsheitum verða nýttar til skattafrítøku. Og partabrøv verða seld til egin holdingfeløg, so peningurin kann takast út skattafrítt.

Samstundis fara stjóralønirnar til himmals, so sum bløðini vistu at siga frá -frá uml. 1 mill. kr. um árið til 4,5 mill. kr. um árið, og tað sær út til, at teir fáa teirra fúlu løn, óansæð hvussu úrslitið er, sum teir kunnu vísa á. Soleiðis fingu stjórarnir í EIK uml. 7 mill. kr. eftir at teir høvdu forkomið bankanum. Tílíkir persónar gjalda sum regul lítlan og ongan skatt, tí teir nýta nakrar av frammanfyristandandi loysnum ella aðrar, sum eisini finnast ,fyri at hjálpa teimum at klára dagin og vegin. Synd er í ólukkudýrunum.

Frammanfyristandandi skipanir fyri fíggjarliga yvirklassan eru stovnsettar og vardar av høgraradikalum og annars øllum høgrapolitiskum monnum og kvinnum bæði innan og uttan tinggáttina, og tí er um at vera sera varin við, hvønn mann stuðlar, um mann sjálvur/sjálv ynskir stuðul í standandi stættastríði.

Øll, ið tí verða tvungin til at knógva undir tungum byrðum og órættvíst , og sum verða noydd til at gjalda fyri luksusdreingirnar og teirra samsintu, mugu arbeiða fyri neyðugum broytingum saman við teimum politikarunum, ið vilja fremja rættvísar og solidariskar loysnir eisini á skattaøkinum.

Høgraradikal skattauppskot við niðurlagan av skatti og vælferðarsamfelagnum mugu skjótast í sænk beinanvegin. Halda politikararnir so áfram við skattasirkussinum, so mugu uttanumparlamentariskar loysnir á borðið.

Dagfinnur Danbjørg.