Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eg ein stóran og tú ein lítlan .....

Ein“umfordeiling”og ein liberalisering av fiskatilfeingi okkara má fara fram sum skjótast. Tað, sum í løtuni fyrigongur umsitingarliga innan fiskivinnuna luktar illa. Tilætla tilvild niðurbrýtur hvønn dag álitið á politisku skipanina.

Framsókn hevur ferð aftaná ferð víst á, at okkara fiskivinnupolitikkur – bæði tá tað snýr seg um fiskirættindir heima og úti – eigur at endurmetast og broytast soleiðis, at marknaðarkreftir í munandi størri mun ávirkar skipanina.

Vit fegnast um, at tann langtíðar fiskivinnuavtala, sum Framsókn gjørdi við Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi í fjørð, var á so góðari leið, at hon gjørdist grundarlagi undir fleiri sólskinssøgum. Vit harmast tí líka nógv um, at Sambandsflokkurin - bara nakrar mánaðar aftaná – er lopin frá avtaluni.

Í dag ræður tilvildin og grammleikin hevur fríar ræsur. Umvegis sera kreativt uppfinningarsemi verða fiskirættindi keypt og seld og enda á færri og færri hondum, har stór útlendsk áhugamál dominera ruðuleikan.

Tú ein lítlan eg ein stóran

Soleiðis, sum skilið í fiskivinnuni nú er og soleiðis sum verandi fiskivinnulóggávu virkar og verður umsitin, er neyðugt at “umfordeila” nógva ríkidømi soleiðis, at hetta kann koma flest øllum í fiskivinnuni til góðar.

Sera sannlíkt er, at niðurgongdin í botnfiskastovnunum beinleiðis skyldast stóru tilgongdina av uppsjóvarfiski í vistskipan okkara. Er óvissa um hetta fyribrigdi, eigur óvissan at koma teimum í fiskivinnuni, sum í løtuni merkja máttloysi og mótfall, til góðar.

Vit kunnu staðfesta, at meðan heimaflotin er sera avmarkaður í síni vinnu, er veiða og veiðuorkan hjá uppisjóvarflotanum fleirfaldað. Tað er ikki so langt síðan at uppisjóvarflotin fekk eina hjálpandi hond frá landinum og tí kann ein vælvild hagani ikki kennast heilt fremmant.

Tilætlað tilvild og lyftisbrot

Kann tí vera kilagott, at vit - í eina tíð - tilluta heimaflotanum makrelrættindir, sum kompensatión fyri vánaliga botnfiskiskapin. Ein slík skipan má javnstilla allan heimaflotan.** Undir viðgerðini lovaði landsstýrið løgtinginum, at tey skip í heimaflotanum, sum fingu tillutað makrelkvotu ikki kundu selja kvotuna, men skuldu fiska hana sjálvi. Hetta lyftið helt ikki! Av tilætlaðari tilvild fann landsstýrismaðurin eitt hol í lógini, sum loyvdi línuskipunum at selja síni makrelloyvir til aðrar at fiska, men fann onki hol í lógini, sum kundi geva útróðrarflotanum somu rættindi. Hvat er hetta fyri nakað ? Hvat er hetta fyri ein umsitingarligur hugburður henda samgonga leggur fyri dagin ?

Hóast at Framsókn ikki er fyri at veita stuðul til fiskivinnuna, so eigur Løgtingið beinanvegin at broyta lógina um makrelveiðu soleiðis, at allur heimaflotin er javntstillaður. Hetta er liberal hugsjón at geva øllum sama møguleika.

Nær er talan um stuðul ?

Í ein komandi nýggjari fiskivinnulógávu – eiga vit at gera upp við stuðulshugtakið. Nær er talan um stuðul ? Í nógv ár hava barentshavstrolararnir fingið tillutaðan nógvan svartkjaft og makrel, sum hevur verið skiftur um við tosk. Teir hava sostatt ikki fiskað svartkjaftin ella makrelin, men hava handlað hann til annan fisk, er tá talan um stuðul ella ikki ? Um línubátarnir skifta makrelin um við tosk í Íslandi er so talan um stuðul ella ikki ?

Ella er orsøkin so einføld, at bara onkur annar, enn teir sum plaga, ger tað - so er talan um stuðul ?** Mest sannlíkt er, at vistskipanin er soleiðis samansett, at uppgongd í uppisjóvarfiski hongur neyvt saman við minkandi tilgongd í botnfiski. Tá so er, eigur allur flotin, sum vanliga fiskar botnfisk, at avmarka sín fiskiskap alt árið ella partar av árinum.

Fyri at kompensera fyri hetta veiðubann, kann botnfiskaflotin samsýnast við at fáa part av uppisjóðarrættindunum. Tá er ikki so avgerðandi um henda kompensatiónkvota verður fiska, seld ella skift um við annan fisk í øðrum londum, men avgerandi er at øll hava sama ræðisrætt á kvotuni.

Sum støðan er, vil ein slík skipan vil virka fyri góðari stovnsrøkt – bæði av botnfiski og uppisjóvarfiski.

Henda skipan kundi vart fram til 2018. Eftir 2018 eiga vit at fáa ein heilt nýggjan fiskivinnupolitik, hvar munandi broytingar mugu gerast. Vit eiga at fara frá planbúskapi og seta marknaðarkerftir inn í staðin..

Lívfrøðin trilvar seg fram

Í samband við at greina, hvørja ávirkan nógvi uppsjóvarfiskurin hevur á botnfiskastovnin hevur Havstovan hiartil ikki verið til nógva hjálp.Tað eru í prinsippinum tveir møguleikar, hvørja ávirkan uppisjóvarfiskurin hevur á vistskipanina.

Onga ávirkan ella hevur ávirkan

Havstovan hevur valt at taka støði í tí fyrra. Hetta er óskiljandi, tí tað sigur seg sjálvt, at ein stórur biomassi inni á okkara landgrunni hevur sannlíkt ávirkan á alla vistskipanina. Og nógv eru tey, sum halda, at hetta er høvuðsorsøkin til, at sera lítið kemur undan av botnfiski – hetta hóast at vit hava haft fleiri sera góðar árgangir við gróðri.

Tað kann undra ein, hví Havstovan ikki velur at taka somu støðu sum íslendingar í hesum máli ?. Íslendinar hava valt, at fylgja logikkinum, sum sigur, at uppsjóvarfiskur í so stórum nøgdum ávirkra botnfiskastovnin, til annað er prógvað.

Hóast stóra virðing fyri lívfrøðini og at hon er grundarlagið undir støðutakan okkara um burðardygga fiskivinnu, so halda vit, at óvissan - so ella so - má geva okkum í Føroyum somu rættindi og møguleikar at umsita stovnarnar sum londini rundan um okkum gera.

Undrunarvert er tað, at vitvið umleið 100 ára gomlun hagtølum fyri toskafiskiskapin undir Føroyum sjálvdan hava verið so í iva umm hví stóru árgangirnir, ið skuldu verið komnir inn í fiskiskapin, nú als ikki vísa seg at vera komnir undan. Tí kann hugsast, at øll skipanin at meta um stovnarnar undir Føroyum má endurskoðast.

Poul Michelsen

Framsókn