Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eftirlønargjaldið í 2018 er 4.545 kr.

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðaraeftirlønargrunnin
 
Tíðindaskriv

Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin hevur í dag samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 400 kr. um mánaðin í 2018 soleiðis, at útgjaldið í 2018 verður 4.145 + 400 kr., tað er 4.545 kr. um mánaðin.

Løgtingið samtykti 24. apríl 2018 at hækka inngjaldið til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin við 0,25% bæði fyri persónar og arbeiðsgevarar fyri alt 2018. 30. apríl er lógin lýst á kunngerðarportalinum.

At inngjaldið í 2018 er hækkað ger, at stýrið hevur samtykt at áseta útgjaldið fyri 2018 av nýggjum, sum lógarbroytingin eisini gevur heimild til.

Mánaðarliga útgjaldið úr AMEG í 2018 er tí í dag ásett at vera 4.545, sum er 13% meira, enn mánaðarliga útgjaldið í 2017, tá tað var 4.025 kr. Samlaða útgjaldið fyri ein pensjónist, sum hevur rætt til fult útgjald er í 2018 54.540 kr.

Útgjaldið fyri januar til og við mai hevur verið 4.145 kr. Fyri at fáa hetta í rættlag, soleiðis at útgjaldið er 4.545 um mánaðin eisini fyri fyrstu fimm mánaðirnar, fáa pensjónistarnir tí eina eingangs upphædd á 400 * 5 mánaðar = 2.000 kr við útgjaldinum við mánaðarenda mai. Hetta umframt mánaðargjaldið fyri juni, sum er 4.545. Útgjaldið fyri juli til desember verður síðani 4.545 kr. um mánaðin.