Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eftirlitsarbeiði av Brúnni um Streym

HØVUÐSEFTIRLIT: Í árunum fram til 2011 varð Brúgvin um Streymin høvuðsumvæld, og er nú sum nýggj. Í sambandi við høvuðsumvælingina er gjørd serstøk gongubrúgv, sum er fest í norðaru brúgvasíðu. Í komandi viku fer fram høvuðseftirlit av brúnni, sum fer at merkja ferðsluna nakað.

Longsta brúgv í Føroyum, Brúgvin um Streymin, rundaði seinasta heyst 40 ár. Fyri nøkrum árum síðani varð farið undir at høvuðsumvæla brúnna, og hetta arbeiðið var liðugt í 2011.

Nú er tíðin so komin til at gera eitt høvuðseftirlit av brúnni, og hetta arbeiðið fer fram í næstu viku. Brúgvin verður ikki stongd, men eftirlitið fer at merkja ferðsluna nakað, eftirsum vegbreytirnar verða smalkaðar eitt sindur, tí neyðugt er at hava ein bil við lyft á brúnni í sambandi við eftirlitsarbeiðið.

Arbeiðið fer fram í komandi viku frá mánadegi 19. til fríggjadagin 23. mai. Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi.