Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Axel Hansen, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag.

Eftirlitið spælt fallitt

Axel Hansen, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, gevur Vørn og Sjóvinnustýrinum av grovfíluni fyri ikki at hava røkt sínar skyldur og gjørt sítt arbeiði í sambandi við virksemið hjá garnaskipinum Anitu. Hann krevur, at ein kanning av eftirlitsmyndugleikunum verður sett í verk.

Eftir: Axel Hansen

Skipað ránsveiða, og álvarsligastu brot, ið framd eru, so leingi nakað eftirlit hevur verið framt undir Føroyum. Soleiðis lýsir Vørn Anitu-málið í síni tilráðing til løgmann, har Vørn eisini ger honum greitt, at brotini eru so nógv og so álvarslig, at ongin grund er til at bíða við at taka fiskirættindini frá Anitu, til rætturn hevur talað.

 Hetta er alt samalt mikið gott, tí sjálvandi skulu øll fiskirættindi takast frá Anitu í stundini, og tað skuldu tey verið beinanvegin, tá fyrstu avdúkingarnar vórðu gjørdar, stutt eftir at skipið var komið til lands eftir vanlukkutúrin í februar.

Men kortini er tað nógv fyri at hoyra Vørn av øllum brúka so stór orð í hesum máli, tí er tað nakar, ið kann sigast at hava ábyrgdina av, at óskilið við Anitu slapp at vaksa seg so stórt, sum tað gjørdi, so eru tað okkara eftirlitsmyndugleikar, Vørn við tess Fiskiveiðieftirliti og Sjóvinnustýrið.

Hesir stovnar hava spælt fullkomiliga fallitt. Eftirlit skuldi jú eitast at vera gjørt viðvíkjandi Anitu, áðrenn túrin í februar, ið endaði so syndarliga við, at ein maður sjólætst, men onki óreglusemi tykist vera rapporterað. Í øllum førum slapp skipið ótarnað at fiska, sum tað hevði hug til, og tað hevði tað helst gjørt enn, um ikki Føroya Fiskimannafelag meldaði skipið til løgregluna, tá tað endiliga kom til lands, tvær vikur eftir vanlukkuna.

Tástani kom umfatandi óskilið fram í ljósið, og tað var skjótt, at fleiri eisini settu kikaran á okkara eftirlitsmyndugleikar, tí hvat høvdu teir gjørt, meðan alt hetta fór fram?

Tá gjørdi stjórin í Vørn eina smarta fintu og meldaði tíðliga í apríl Anitu fyri ólógligan fiskiskap. Meldingin var brúkt sum kærkomið høvi til at geva sær sjálvum munnkurv, meðan málið varð kannað. Munnkurvin hevur verið væl á síðani, tí nógvu lógarbrotini liggja enn í rættarskipanini.

Men eg hevði tó roknað við, at onkur hevði lært bara eitt lítið sindur av øllum eftirlitsbrølarunum, sum høvdu gjørt tað møguligt hjá Anitu at fiska, akkurát sum skipinum lysti og leggja vertin í lógir og reglur.

Har fór eg tó so dyggiliga skeivur. Ikki fyrr enn nú, seint seinnapartin í dag, fáa vit í Fiskimannafelagnum innlit í mynstringarlistan fyri túrin til Spania, har Anita fór til umvælingar fyrr í summar. Og hetta sjálvt um eg fleiri ferðir havi rykt eftir hesum mynstringarlista, sum ongin hvørki hjá Vørn ella Sjóvinnustýrinum segði seg kenna nakað til.

Og tá skipið fór aftur til fiskiskap fyri umleið tveimum vikum síðani, var eisini galið við mynstringini, uttan at tó hevur fingið nakrar avleiðingar. Vinnubrøv mangla á hesum mynstringarlista, og tað er ikki skrivað undir av nøkrum myndugleika. Harvið hevur listin onki gildi, men tað hevur ikki fingið myndugleikarnar at kalla skipið til lands.

Og eg spyrji, er nakað eftirlit yvirhøvur framt umborð á Anitu, síðani skipið aftur fór til fiskiskap?

Vónandi fari eg skeivur, men so frægt, sum mær er sagt, so er onki eftirlit framt umborð á Anitu, síðani skipið kom aftur á feltið, sjálvt um vit vita, at vit her hava við eitt skip at gera, sum sambært Vørn sjálvum fremur skipaða ránsveiðu, og sum Vørn tí longu í apríl mælti myndugleikunum til at taka øll fiskirættindi frá. 

Anitu-málið hevur í denn grad avdúkað, hvussu illa okkara eftirlitsmyndugleikar gera sítt arbeiði, at kravið hjá okkum, sum virka á sjónum, har dygdin í eftirlitinum lætt kann gerast ein spurningur um lív ella deyð, má vera, at ein djúptgangandi kanning verður sett í verk av sjálvum eftirlitsmyndugleikunum og teirra arbeiðshátti.

Axel Hansen, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag