Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eftirlitið hjá TAKS funnið 154 milliónir

Eftirlitið hjá TAKS hevur gjørt støðuna upp, nú 3. kvartal av 2011 er farið afturum. Niðurstøðan er, at TAKS higartil í ár er komið fram á 154 mió., sum ikki eru givnar rætt upp til skattingar.

Størstu rættingarnar eru gjørdar í uppgerðunum av skattskyldugu inntøkunum og MVG-uppgerðum frá vinnuligum virksemi, men rættingar verða eisini gjørdar í uppgerðum av kapitalvinningsskatti, rentustuðuli og tolli.

“Hetta er væl meira enn undanfarin ár, sum annars eisini hava víst stórar skeivleikar. Í ár eru einstøk stór mál, sum ávirka hagtølini. Men hóast hetta, so eru upphæddirnar stórar, og eg haldi, at tær greitt vísa, hvussu umráðandi eitt væl virkandi eftirlit er, um tær røttu skattainntøkurnar skulu koma í Landskassan”, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri.