Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eftirlit við sær sjálvum

Á tingfundinum í dag, skal løgtingið atkvøða um ein skrivligan fyrispurning frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, til Kára P. Højgaard, landsstýrismann, viðvíkjandi almennum byggjaríum.

”Hvørjar ítøkiligar uppgávur hevur ein eftirlitsmyndugleiki, sum hevur eftirlit við almennum byggjaríum?” Tað spyr Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, Kára P. Højgaard, landsstýrismann í einum skrivligum fyrispurningi, sum løgtingið skal atkvøða um í dag. Helgi Abrahamsen spyr eisini um tað nakrantíð kemur fyri, at tann sum byggir fyri tað almenna, er tann sami, sum hevur eftirlit við arbeiðinum, soleiðis at hesin hevur eftirlit við sær sjálvum.

Helgi Abrahamsen vísir á, at tað er ein afturvendandi trupulleiki, at almenn byggjarí, gerast munandi dýrari, enn upprunaliga metingin og projekteringin segði, og at trupulleikar eisini eru viðvíkjandi góðsku. ”Fyri stuttari tíð síðani viðgjørdi løgtingið eitt mál, har endaligi kostnaðurin er blivin 288 prosent dýrari, enn fyrstu upplýsingarnar søgdu,” sigur hann. Hann vil tí hava at vita, um dømi eru um, at Landsverk, sum eftirlitsmyndugleiki hevur útdeligerað eftirlitsarbeiðið til somu arkitektar sum hava teknað tað, ið bygt verður, ella til onnur, ið eru partur av byggjarínum. Um hetta er komið fyri, vil hann eisini hava at vita, hvørjar fylgjur tað hevur fingið fyri viðkomandi, um arbeiðið er vorðið dýrari ella ófullfíggjað.

Helgi Abrahamsen vísir á, at vanligt er, at arkitektar og entreprenørar hava tryggingar, sum kunnu gerast virknar, um arkitekturin ella entreprenørurin ikki heldur sínar skyldur. Hann spyr tí, um landsstýrið nakrantíð hevur kannað møguleikan, um hesar tryggingar kunnu taka við meirkostnaði ella øðrum trupulleikum, ið hava verið í sambandi við almenn byggjarí.

At enda vil Helgi Abrahamsen hava at vita, um landsstýrið hevur kannað, hvussu tað ber til, at almenn byggjarí í Føroyum, so ofta blíva munandi dýrari enn frammanundan mett, og hvat landsstýrið ætlar at gera við henda trupulleikan?